2016-03-15 20:12
Tá vit yvirtóku fólkakirkjuna vóru allir flokkar samdir um at vit ikki skuldu gerða broytingar og lóggeva inn í fólkakirkjuna, uttan tað kom frá fólkakirkjuni sjálvari og at tey vóru við í arbeiðinum at gera neyðugar broytingar, vóni ikki vit bróta hetta lyfti.
Hetta verður alt sópað av borðinum í morgin um hetta uppskot verður samtykt.Síðani eg kom á løgting havi eg fingið at vita at vit løgtingslimir skulu halda okkum til løgfrøðisligu ráðgevingina hjá løgtinginum.
Hesa mannagongd bróta vit í morgin um hetta uppskot fer gjøgnum løgtingið.
Vóni eitt gott og siðiligt orðaskifti í morgin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald