Mentan

Syngið og Dansið við

...

2016-03-23 14:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Annan hvønn mikudag, 6. og 20. apríl, 4. og 18. mai, 1. og 15. juni kl. 14:00 til 16:00 skipar Heimatænastan í Vágum fyri "Syngið og Dansið við".

Eitt tiltak við livandi tónleiki í Marghøllini í Sørvági, har vit fara at syngja nakrar felagssangir, kvøða eitt kvæði og taka ein svingom, um hugurin er til tess. Vit vóna, at nógv møta og njóta løtuna við einum kaffimunni og lagkøku afturvið.

Alt íroknað 50 kr. fyri hvønn.

Tey heimabúgvandi, sum ikki hava koyring í Vága- og Sørvágs kommunu, kunnu ringja til tlf. 793200.

??ll eru vælkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder