2021-04-18 09:56

Svørt Helsigás er sera sjáldsom í Europa, tó at hon árliga verður frá boða úr londunum runt okkum, serstakliga Onglandi.
Svørt Helsigás eigur runt um í londunum við Beringshavið.
Hendan Svarta Helsigásin var fráboða úr Suðuri 07.desembur 2020 og er hon framvegis at síggja í fjørðuni í Trongisvági.
Helsigæs eru minstu gæs á norður hálvu og er trýggjar greinar, Helsigás B.b.hrota sum er ljós um búkin eigur runt um í norður atlantshavið og er tað serliga hana vit síggja her hjá okkum, onnur greinin er Dimm Helsigás B.b.bernicla hon er dimm um búkin aftur um beinini, hon eigur á meginlandinum og er sjáldsom at síggja um okkara leiðir, Svørt Helsigás B.b.nigricans er heilt svørt um búkin og er hvíta helsi væl breiðari enn á hinum báðum Helsigæsnum.
Hettar er fyrstu ferð at Svørt Helsigás er sædd her á landi.
Orð og myndir: Rodmund á Kelduni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald