JN

Sverri sleipaði ein bát í gjárskvøldið

...

2019-03-02 08:25 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Í gjárskvøldið fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein bátur hevði fingið motortrupuleikar út fyri Trøllkonufingri.

Boð blivu send eftir bjargingarbátinum hjá Vága Bjargingarfelag, sum fór av Miðvági klokkan 18:30. 10. min. seinni var Sverri komin til útróðrarbátin, og byrjaði at sleipa hann á Miðvági. Klokkan 19:15 kom Sverri á Miðvág við útróðrarbátinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder