Vinna

Svartkjaftaskipini sigla undir land at kroka

...

2020-01-10 21:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 ??ll svartkjaftaskipini uttan tey russisku, sum hava roynt sunnast í føroyskum sjógvi, sigla inn at kroka,  tvey føroysk skip vóru á feltinum í morgun - Norðborg og Næraberg - tey eru bæði áveg inn, íslendsku skipini - Aðalsteinn Jónsson, Venus, Beitir, Børkur og Jón Kjartansson eru áveg inn, tað er grønlendska skipið Polar Amaroq eisini.

Vit tosaðu fyri løtu síðan umborð á Norðborg, teir hava eini 700 tons umborð og landa møguliga áðrenn teir fara avstað aftur.

Eitt skip siglir suðureftir, tað er Finnur Fríði, sum fer á makrelveiðu við Hetland.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder