2020-04-18 16:19

Svartkjafturin kom heldur seinni í føroyskan sjógv í ár enn í fjør, men nú hava skipini hampuligan fiskiskap sunnast í føroyskum sjógvi eftir svartkjafti.
Arctic Voyager á ávegis á Fuglafjørð við 1900 tonsum, sum teir skulu landa til Havsbrún. Teir verða á Fuglafirði eftir midnátt, og fara nýggjan túr tá ið liðugt er at landa.
Av Arctic Voyager verður sagt, at fiskiskapurin tók seg upp týsdagin.
Sunnast í føroyskum sjógvi eru í løtuni eini 45 skip. Av teimum eru hesi føroyskt:
Norðingur, Jupiter, Borgarin, Norðborg, Katrin Jóhanna, Finnur Fríði, Fagraberg, Næraberg, Høgaberg, Gitte Henning 1 og Christian í Grótinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald