JN

Svar uppá §52 fyrispurning

...

2020-07-02 09:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Heðin Mortensen hevur fingið svar uppá §52 fyrispurning, sum hann setti løgmanni um málsviðgerðina hjá landsstýrismanninum við fíggjarmálum

Løgtingið

Svar

uppá

skrivligan fyrispurning nr. 109/2019 eftir tingskipanini § 52a til Bárð á Steig Nielsen, løgmann, frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi málsviðgerð hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum í mun til sáttmálan millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Fyrispurningurin var soljóðandi:

1. Metir løgmaður, at tað ber til at hava álit á landsstýrismanninum í fíggjarmálum, soleiðis sum hann kolldømdi sáttmálan millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið?

2. Metir løgmaður, at gongdin í málinum higartil bendir á, at landsstýrismaðurin, sum evsti fyrisitingarligi myndugleiki á økinum, hevur hildið seg til endamálið við § 5, stk. 5 í Kommunustýrislógini?

Svar:

Fyritreytirnar fyri spurningunum eru broyttar, síðan teir vóru settir, og verða teir tí svaraðir soleiðis undir einum:

Í løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri (Kommunustýrislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 6. mai 2003 er í § 5, stk. 5 ásett, at

???Ásetingarnar í sáttmálum og avtalum um lønar- og setanarviðurskifti fyri kommunal starvsfólk (íroknað kommunalar felagsskapir) og flokkingar og stig fyri størv, sum ikki frammanundan greitt eru ásett í sáttmála ella avtalu, skulu góðkennast av landsstýrismanninum.???

Samsvarandi fráboðan løgmans nr. 128 frá 16. september 2019 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan 135 frá 28. oktober 2019 § 8, nr. 56, er tað landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum hevur tær fyrisitingarheimildir, sum eru hjá landsstýrinum í kommunustýrislógini § 5, stk. 5.

Sbrt. løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya § 33, stk. 1, 2. pkt. sita landsstýrismenninir fyri málsøkjum sínum hvør sær. Tað er tí landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum einsamallur tekur avgerðir sbrt. kommunustýrislógini § 5, stk. 5. Løgmaður er ikki vanligur kærustovnur fyri slíkari avgerð. Eftirlitsmál sbrt. stýrisskipanarlógini § 33, stk. 3 fer løgmaður bert undir, tá ið alt bendir á, at landsstýrismaður púra greitt gongur ímóti lógarinnar bókstavi.

Í ítøkiliga málinum noktaði landsstýrismaðurin við avgerð dagfest 5. juni 2020 at góðkenna semju dagfesta 3. juni 2020 millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið um nýggjan sáttmála galdandi fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2019 ??? 30. september 2021.

Við at nokta at góðkenna sáttmálan var ikki gingið ímóti lógarinnar bókstavi, men Kommunala Arbeiðsgevarafelagið førdi fram, at tey røttu atlitini ikki vóru tikin, tá ið góðkenning varð noktað.

Í Tinganesi, 1. juli 2020

Bárður á Steig Nielsen
løgmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder