Politikkur

Svar uppá fyrispurning um festi og seyðahald

...

2020-06-10 10:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Helgi Abrahamsen

landsstýrismaður

Svar

upp á

§ 52a-fyrispurning nr. 92/2019 frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi landsjørð/festibrævi og seyðahaldi

Spurningurin var soljóðandi:

1. Metir landsstýrismaðurin, at lógin um landsjørð, festibræv og seyðahald er nøktandi í Føroyum í dag?

2. Er nøkur skylda ella ábyrgd hjá Búnaðarstovuni at hava eftirlit við ella vitja festir til tess at tryggja, at festibrævið er dagført?

3. Metir landsstýrismaðurin, at tað er nøktandi, at almenni stovnurin Búnaðarstovan sigur, at lóg, reglur og játtan ikki eru til taks til at hava nøktandi eftirlit við festum og seyðahaldi?

4. Er tað manglandi eftirlit og handling, at Føroya fólk skulu uppliva seyð, sum liggur deyður í raki, sum landbúnaðarfrøðingur úttalaði seg um í fjølmiðlunum?

5. ??tlar landsstýrismaðurin at gera greiðar og fyribyrjandi reglur og lógir at bera í Løgtingið? Um ja, nær kann væntast, at landsstýrismaðurin kemur við hesum í Løgtingið?

Svar:

Til nr. 1

Tá ið farið varð undir at einskilja ta almennu jørðina fyri nøkrum árum síðani, vórðu festisýnini slept. Orsøkin til hetta er ivaleyst, at festisýn eru óneyðug, tá ið jørðin er einskild. Einskiljingar­tilgongdin varð steðgað, men lógarverkið, sum varð samtykt í sambandi við ta komandi einskiljingina, varð ikki broytt aftur til ta veruligu støðu, sum enn er galdandi, nevniliga at jørðin framvegis er almenn ogn. Í sambandi við ein komandi landbúnaðarpolitikk verður eisini hugt eftir hesum viðurskiftum. Uttan mun til, um tað seinni verður farið undir at einskilja almennu jørðina, so má galdandi lógarverk vera í samsvari við ta veruligu støðuna í dag.

Til nr. 2-3

Búnaðarstovan hevur sambært lóg um landsjørð skyldu til at hava eftirlit við almennu festunum, ikki bara tá ið festaraskifti er. Hetta eftirlit hevur ikki virkað nóg væl seinastu árini, sbr. nr. 1 omanfyri, men stig eru tikin til at fáa hesi viðurskifti í rættlag, og Búnaðarstovan er biðin um at fyrireika eina ætlan soleiðis, at festisýn frameftir verða framd regluliga.

Til nr. 4

Djóravælferðarlógin ásetur, at ein og hvør, sum kemur fram á djór, ið er sjúkt, skatt ella hjálparleyst, eftir førimuni skal hjálpa djórinum. Ber tað ikki til, skal eigarin ella politiið hava boð beinanvegin. Djóravælferðarlógin ásetur eisini, at loyvt er bara at halda djór, um djórini kunnu haldast á fullgóðan hátt í mun til djóravælferð.

Ásetingarnar í lógini eru sostatt púra greiðar, men staðfestast kann kortini, at seyður í Føroyum ikki altíð hevur tær umstøður, sum lógin ásetur. Ábyrgdina av at tryggja, at seyðurin hevur fullgóðar umstøður, er bara hjá tí, sum eigur seyðin. Myndugleikarnir hava ikki ábyrgd at tryggja, at viðurskiftini eru í lagi. Viðkomandi myndugleikar ??? Búnaðarstovan (tá ið talan er um festi), politiið og landsdjóralæknin ??? hava hinvegin ábyrgd at tryggja, at eigarin fær viðurskiftini í rættlag.

Til nr. 5

Í løgtingsmáli nr. 109/2019: Uppskot til samtyktar um at seta greið mál fyri landbúnaðin í Føroyum verður sagt soleiðis:

Løgtingið heitir á landsstýrið um, at ein landbúnaðarpolitikkur verður orðaður og fyrireikaður við ítøkiligum og realistiskum málum, sum leggur dent á menning av føroyskum landbúnaðarúrdráttum og tekur atlit at burðardyggari nýtslu av bø og haga, fóðurframleiðslu, mjólkarframleiðslu, grønmetisframleiðslu, dyrking av lendi, framleiðslukrøvum til festarar, útbúgving við meira, og um at leggja fram neyðug lógaruppskot, ið kunnu fremja settu málini fyri landbúnaðin komandi 10 árini.

Partur av tí landbúnaðarpolitikki, sum Løgtingið hevur biðið landsstýrið um at orða, fer sjálvsagt at snúgva seg um, hvørt tað ber til at tryggja djóravælferðina upp aftur meira, tá ið talan er um seyðahald. Leggjast skal kortini afturat, at djóravælferðarlógin í stóran mun ásetur reglur um hesi viðurskifti, og at tað tí einamest er tørvur á eini hugburðsbroyting, tá ið talan er um seyðahald í Føroyum.

Helgi Abrahamsen

landsstýrismaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder