Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, heldur væl standa til í føroyska fólkaskúlanum og heldur játtanina vera nøktandi. Veruleikin er tó ein annar. Lærarar, næmingar og leiðslir kring landið merkja dagliga sviðan av eini niðurpíndari játtan og stríðast fyri at fáa dagligdagin at hanga saman, sigur Annika Olsen.
Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 12/2016 frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu. Fyrispurningur um játtanina til fólkaskúlan, settur landsstýriskvinnuni í mentamálum, Rigmor Dam (at svara skrivliga eftir TS § 52a) .
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Er tað rætt, at skúlarnir nærum onga játtan hava til vikartímar, tá eitt nú lærarin gerst sjúkur?
2. Er tað rætt, at skúlarnir kring landið mugu skerja vikuskiftissamsýningina til lærarar?
3. Er tað rætt, at skeiðsluttøkan hjá lærarum er skorin úr 3 døgum niður í 1 dag pr. lærara um árið?
4. Hevur Mentamálaráðið lagt upp fyri lønarhækkingini í játtanini til fólkaskúlan í 2016?
5. Hevur Mentamálaráðið fingið nakra kæru ella skriv frá nakari skúlaleiðslu um ónøktandi fíggjarlig viðurskifti?
6. Um ja, hvat stendur í hesum skrivi/skrivum?
Svar
Til 1: Í árligu tímajáttanini, sum skúlarnir fáa tillutað, leggja skúlarnir nakað av til vikartímar, sum m.a. fevna um sjúku hjá lærarum. Avsetingin hjá skúlunum til hetta endamálið er á sama støði sum fyri undanfarin ár. Mentamálaráðið hevur mælt skúlunum til, at 2% av samlaðu tímajáttanini verða løgd av til vikartímar. Flestu skúlar halda seg á leið til hetta tilmæli, men skúlaleiðslurnar avgera hetta sjálvar.
Er talan um langtíðarsjúku, boða skúlarnir Mentamálaráðnum frá tí, og tímar verða tá játtaðir av serligari játtan undir Mentamálaráðnum, so at skúlarnir sjálvir ikki bera tann kostnaðin. Langtíðarsjúka merkir, at Mentamálaráðið veitir skúlunum serstaka játtan, tá ið sjúkan hjá lærara fer út um 5 arbeiðsdagar og læknaváttan fyriliggur. Henda játtan tryggjar, at skúlarnir ikki brúka av egnari vikarkvotu til langtíðarsjúku.
Til 2: Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið hava undirskrivað arbeiðstíðaravtalu, sum Mentamálaráðið saman við lógum, kunngerðum og ásetingum annars heldur seg til. Hugtakið ???Vikuskiftissamsýning??? er ikki ásett í arbeiðstíðaravtaluni. Men verða lærarar álagdir uppgávur í vikuskifti, sum eru út um tað, sum kann koma undir fyrireikingartíðina ella t.d. at rætta skrivlig avrik hjá næmingum, so eru serstakar ásetingar um tað í arbeiðstíðaravtaluni. Tá er talan um eyka samsýning fyri ???ólagaliga arbeiðstíð???, sum er eitt eyka gjald umframt ásettu lønina, tá ið arbeiði fellur eftir kl. 17.00 ella í vikuskifti/halgidagar.
Talan kann eisini vera um setursskúla, sum lærarar eru saman við næmingum, og tá eru ásetingar fyri bæði, hvussu arbeiðstíðin skal verða roknað, og hvussu serstøk fíggjarlig avrokning er fyri hvørt døgn, lærari er á setursskúla. Tað Mentamálaráðið veit um, halda skúlarnir seg til gjørdar avtalur.
Til 3: Mentamálaráðið áleggur ikki ávíst dagatal til lærarar í sambandi við skeið. Hvørki mestamark ella minstamark. Skúlaleiðslurnar raðfesta økið sjálvar. Skeiðsútboðið til fólkaskúlan er skipað í stovninum Nám, sum er stovnur undir Mentamálaráðnum. Nám býður á hvørjum ári eitt breitt úrval av skeiðum út til lærarar. Mannagongdin í skúlunum er, at skúlaleiðslan samskipar tekningina fyri lærararnar og sendir samlaða skeiðstekning til Nám. Skúlarnir hava í hesum sambandi ymiskar leiðreglur. Hesar leiðreglur kunnu vera, at lærarar kunnu tekna seg til ávíst tal av skeiðum. Um hetta skeiðstal er hækkað/lækkað innanhýsis á onkrum skúla, er Mentamálaráðið ikki vitandi um, tí tað liggur undir leiðsluni í skúlanum.
4. Hevur Mentamálaráðið lagt upp fyri lønarhækkingini í játtanini til fólkaskúlan í 2016?Lønarframskrivingin í 2016 er 9,7 mió. kr. Broytingin í lønarjáttanini til fólkaskúlan frá 2015 til 2016 er 10,2 mió. kr., 0,5 mió. kr. hægri enn lønarframskriving. Tó skal viðmerkjast, at tað eru onnur viðurskifti enn lønarframskrivingar, ið gera seg galdandi, tá ið játtanir skulu samanberast yvir ár til dømis samlað næmingatali, flokkasamanseting, starvsaldurbroytingar, eftirlønarútreiðslur o.s.v.
Til 5: Mentamálaráðið er í dagligum samskifti við skúlaleiðslurnar kring landið. Á hvørjum ári er tað serliga í sambandi við, at nýtt skúlaár verður ráðlagt, at nógv samskifti er. Í hesum sambandi hava skúlaleiðslur skrivað til Mentamálaráðið um m.a. avbjóðingar at fáa játtanina at halda. Hetta samskifti hevur til endamáls at finna fram til skilagóðar og haldførar loysnir. Talan er um heilt nógv samskifti bæði skrivligt og munnligt.
Til 6: Tað nógva samskiftið snýr seg um ivamál við játtanini og fyrispurningar um, hvussu ymiskar ásetingar skulu skiljast og verða fyrisitnar. Harumframt vísa skúlaleiðslur á broytingar í eitt nú næmingatali ella á serstakar avbjóðingar, ið kunnu hava við sær, at fíggjarlig atlit mugu verða tikin. Í øðrum førum vísa skúlaleiðarar á viðurskifti, ið verða mett skeiv.
??ll mál verða tikin til viðgerðar innanhýsis í Mentamálaráðnum fyri at greina og finna loysnir saman við skúlaleiðslunum.
Vinarliga
Rigmor Dam, landsstýriskvinna
???
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald