2020-06-16 17:36

Í mong ár var eingin serlækni í barna- og ungdómspsykiatri í føstum starvi í Føroyum, men við setanini av Súsonnu Reinert Petersen eru tær nú tríggjar í tali.
Barna- og ungdómspsykiatriin hevur verið í stórari menning seinnu árini. Talið av børnum og ungum, sum leita sær hjálp er nógv øktur og viðgerðartilboðini eru fleirfaldað. Eitt nú varð eitt dagtilboð sett á stovn í fjør, har viðgerð og greining av fer fram.
Samstundis er stórur tørvur á at veita barna- og ungdómspsykiatriskar tænastur á teimum stovnum, sum á ymsan hátt taka sær av børnum og ungum, sum eru útgreinað og sett í viðgerð á Psykiatriska deplinum.
Tað var í mars í ár, at landsstýrismaðurin í heilsumálum lat játtan til triðja serlæknan í barna- og ungdómspsykiatri og Súsanna tók við starvinum sum yvirlækni 1. mai. Súsanna og er kend á Psykiatriska deplinum, har hon hevur verið í farloyvisstarvi hetta seinasta árið.
Vit gleðast um framburðin á økinum og ynskja Súsonnu hjartaliga tillukku við starvinum - tað skrivar LS.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald