
Sunnva Dahl Rasmussen av Argjum og Martin Høgfeldt Olsen úr Havn vera í kvøld (mikukvøldið 30. september) við í fyrstu sendingini av væl umtóktu sendirøðini Nybyggerne, sum TV2 hevur framleitt. Hetta er fyrsta sending av 9 sendingum, ið vera sendar hvørt mikukvøld komandi 2 mánaðirnar.
Sendingin er skipað soleiðis, at 4 pør eru flutt inn í hvør síni púra tóm hús í Silkeborg, har tey sjálvi í næstan 2 mánaðir skulu innrætta og gera húsini liðug. Tað vil siga, at tey skulu sjálvi seta hurðar í, mála, tapetsera, leggja gólv, leggja flísar, gera baðirúm, gera urtagarð, gera innbúgv og annars gera alt tað, sum krevst til eini hús at búgva í.
Pørini hava 300.000 krónur í part at gera húsini fyri. Tí krevst, at tey eru sparin og royna at endurnýta ymiskt og keypa brúktar lutir, sum tey umvæla og gera nýtilig til húsini.
Í hvørjari sending gera tey eitt ávíst rúm, og tey hava bara nakrar fáar dagar til hvørt rúmið. Tí er tað rættiliga krevjandi hjá teimum at klára alt uppá stutta tíð. Svøvnurin er ikki nógvur, og arbeitt verður langt út á náttina.
Í sjónvarpssendingunum fylgja vit við, hvussu gongur hjá teimum, og tað fer uttan iva at vera áhugavert. Í hvørjari sending eru 2 dómarar, ið meta um rúmini, tá tey eru liðug. Tað parið, ið hevur gjørt besta rúmið, vinnur 20.000 krónur, sum kunnu brúkast til tey komandi rúmini í húsunum. Tí er umráðandi hjá pørunum at kýta seg fyri at fáa meira pening at ráða yvir, tá byggjast skal víðari tær komandi vikurnar.
Til endans, tá allar 9 sendingarnar hava verið, verður ein finala, har hyggjararnir kunnu atkvøða um, hvør skal vinna samanlagt. Vinnaraparið fær húsini, tey sjálvi hava gjørt, til ognar. Virðið á húsunum er 2,6 milliónir, so tað er ikki smávegis vinningur, ið er uppá spæl.
Sunnvá og Martin eru útvald millum eina stóra fjøld av umsøkjarum, ið søktu um at vera við í Nybyggerne. Sera stuttligt, at føroyingar enn eina ferð eru við í væl umtóktum donskum sendingum. Spennandi verður at síggja, hvussu tað fer at gangast Sunnvá og Martin í sendingunum hvørt mikukvøld komandi 9 vikurnar.
Nybyggerne er millum best umtóktu sendingarnar í donskum sjónvarpi. Hetta er 6 árið, at sendirøðin verður send. Hyggjaratalið liggur ofta um 600.000 fólk, ið hyggja at Nybyggerne hvørja viku, so tað er rættiliga stórur áhugi at síggja sendingina. Vinningurin, eini hús fyri 2,6 milliónir, er eisini av størstu vinningum, ið vinnast kann í einari danskari sjónvarpssending.
Nybyggerne verður sent á TV2 og eisini í Sjónvarp Føroya. TV2 sendir hvørt mikukvøld kl. 19.00 føroyska tíð og Kringvarpið sendir fyrstu sendingina í kvøld kl. 19.25.
Í hesari fyrstu sendingini skulu Sunnvá og Martin gera sovikamarið í húsunum. Ikki gongur akkurát sum ætlað og nógv stendur á, fyri at fáa alt liðugt innan ásettu tíðina.
Lat okkum síggja í kvøld, hvussu gongst teimum. Spennandi verður at fylgja við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald