
Løgreglan heldur at eingin fólkaskaði hendi, tá ið eitt summarhús á Bjargarmansdali, sum liggur ímillum Næraberg og Syðratanga eystast á Borðoynni, brann í grund í nátt.
Klokkan 01.10 fekk løgreglan boð av Argjum, at tey sóðu eld eystast á Borðoynni, tað var ringt at siga júst í hvørjum hagaparti eldurin var, men tað vísti seg at verða á Bjagarmansdali á Borðoynni. Tyrlan varð boðsend og fór til Klaksvíkar eftir sløkkiliðsfólki og útgerð, men tað var ov nógvur vindur til at tyrlan fekk sett seg á Bjargarmansdali, tí fóru teir aftur til Klaksvíkar við sløkkiliðsfólkunum og útgerðini, teir fóru so aftur á Bjargarmansdal við løgreglufólki, sum heldur seg kunna staðfesta, at einki fólk var í húsinum, fólk hevði verið har fríggjadagin og leygardagin.
Sí myndirnar niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald