
Vit sóknast eftir summarferiuavloysarum
Nú nærkast summari, og inniber hetta at vit leita eftir avloysarum. Okkum tørva sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og ófaklærd til tey ymisku størvini.
Vesturvón veitur tænastu til búfólk inni á heiminum á Sýnini eins og heimabúgvandi borgarar.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum og vikuskiftum.
Tó, so eru eisini starvsfólk sum bara eru til arbeiðis í dagtímum, tað er vaskarí, reingerð, dagtilboð og skrivstovan.
Okkara fremsta mál er at veita eina dygdargóða samskipaða heildartænastu.
Tænastan verður veitt í samráð við hin einstaka í mun til tørv, førleikar og sjálvsavgerðarrætt.
Førleikakrøv
Til størvini krevst útbúgving og/ella royndir svarandi til fakbólkarnar, ið lýst verður eftir.
Ert tú í fer við at taka eina heilsufakliga ella aðra viðkomandi útbúgving, frætta vit eisini fegin frá tær.
Til avloysararnar sum sjúkrarøktarfrøðingur og heilsurøktari krevst, umframt útbúgving, eisini autorisatión.
Vit vóna at hetta hevur fangað tín áhuga, og gleða vit okkum at frætta frá tær.
Vit bjóða eitt spennandi starv, við góðari upplæring og dugnaligum starvsfeløgum.
Lønar og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálum millum KAF/FMR og avvarðandi fakfeløg.
Freist
Freistin at lata inn umsókn er sunnudagin 1. Mai 2021 kl.12.00
Er tú áhugað/ur og ynskir at vita meir, er tú vælkomin at ringja til okkara á tlf. 793200 millum kl.9.00 og 15.00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald