Lýsing

Summarferiuavloysarar til heimatænastuna í Vágum

...

2019-03-01 07:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum, heilsuhjálparum, reingerðisfólk og køksfólk.

 

Starvskarmar- og innihald

Aðalmálið hjá Heimatænastuni í Vágum er, at skapa góð og virðilig kor fyri okkara eldru og at tryggja, at allir borgarar fáa heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabilitering. Uppgávan er at gera eitt fakligt arbeiði, við tí endamáli at skapa, endurskapa ella varðveita tað meiningsfulla gerandislívið hjá borgaranum á øllum lívsins stigum. 

 

Eitt sindur um innihald og møguleikar á ymisku yrkisøkjunum sum søkt verður til

??tiøkið: er heimahjálpin, heimasjúkrarøktarfrøðingar, fysioterapeutur og ergoterapeutur. Stór venjingarhøll er til allar fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og endurvenjingar til stórar og smáar bólkar. 

Miðstova:  er Demensheim har fokus er á socialpædagogiskari minniskveikjandi røkt, sum er serliga góð til demensrakt.


Uppstova:erEldraheim har dentur verður lagdur á góðar røktar-, sosialpædagogiskar- og  rehabiliterandi arbeiðsgongdir

Rehabiliteringdeild: deildin  hevur tilboð innan rehabilitering og umlætting. 

IvansHús:dagtilboð til heimabúgvandi. 

Køkin: arbeitt verður í dagtíminum og í vikuskiftinum

Reingerð: arbeiði er í dagtíminum

 

Setanarviðurskifti

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og avvaðandi feløg. 

 

Upplýsingar um størvini

 

Meira fæst at vita um størvini við at ringja til 793200.

 

Umsóknir

 

Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: Heimatænastuna í Vágum, Kálvalíðvegur 2, FO-370 Miðvágur ella til teldupostadressurnar: [email protected] 

 

Umsókninar skullu vera Heimatænastuni í hendi í seinasta lagi hin 19 mars 2019 kl. 12.00. Um ikki nokk av umsóknum við útbúgving søkja, hava onnur møguleika at søkja summarstørvini.  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder