Politikkur

Suðuroyggin og Nólsoyggin javnaðar, við jørðina

...

2019-06-21 16:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ja so bórust boðini um enn ein eyka skatt, í samgongurnar tólvta tíma.

Hesaferð eru tað Suðuroyggin og Nólsoyggin ið skulu spennast enn harðari fyri vognin. Eitt eyka gjald skal leggjast á tey ið sigla um ávikavist Suðuroyar og Nólsoyarfjørð. Ein fimm króna og ein tíggjukróna ljóða ikki av nógvum, men sum gamla orðatakið sigur ???fleiri løkir smáir, skapa stórar áir???. Hjá teimum ið brúka farleiðina nógv, er hettar ein stórur eyka kostnaður. Familjur ið eru hart spentar verða enn harðari spentar nú og er tað við einum Javnaðar landsstýrismanni á odda, tað tykist mest sum margháttligt at so skal verða.

Vónandi kunnu tit politikarar ið eru valdur í Suðuroynni og serliga tit ið sita í samgongu forða fyri hesi vanvirðuligu beistagerð. Tí eitt er vist, hettar skapar so avgjørt ikki størri áhuga at verða verandi í oynni og enn minni at flyta til oynna. Sum er má ein familja úr Suðri gjalda fleiri ferðir tað ið aðrar familjur mugu gjalda fyri at koma á fastlandið og møguliga longri.

Bæði Sirið Stenberg og Páll á Reynatúgvu hava verði frammi og tosaðu um at javnseta tey ið sigla við strandfaraskipum við tey ið koyra ígjøgnum tunlarnar. Vónandi gera tit bart nú.

Eg farið staðiliga at heita á Heðin Mortensen Landsstýrismann um at kvala hettar í føðingini.

Tit siga tykkum vilja javna og tað gera tit so sanniliga við hesi ætlan. Tit javna Suðuroynna og Nólsoynna við jørðina.

Eitt skal verða sligið fast, koma eg og Fólkaflokkurin til eftir valið, skal hendan niðurlaðingin av samfelagnum við øllum handa slag avgjøldum steðgast.

Jóhan Eli Poulsen

Valevni fyri Fólkaflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder