Ein maður úr Sumba tók til,???at høvdu okur havt ein mann sum Jógvan við Keldu??? í Suðuroy, so fekk hann hansara stemmu. Hann arbeiddi fyri sínum øki.
Í allarbestu tíðum nakrantíð, haltar oyggj okkara aftaná. Sjálvt um ovurhonds stórar íløgur eru gjørdar í oynni umframt fleiri góðar nýhugsandi verkætlarnir, stendur fólkatalið mestsum í stað og summastaðni er tað minkandi.
Mítt hjarta bløðir, tá eg staðfesti, at tey ungu velja okra praktfullu oyggj frá. Størsta tilfeingið okur hava, veljir okkum frá. Ja, hugsið eina løtu um tað!!!Størsta tilfeingið, framtíð okra.
Sjálvt um tey seta búgv -fyri meg - fyri ørandi upphæddir í Havn, so gera tey tað allíkavæl. Hvat er tað, sum hendir, og hvat skal til fyri at okur kunnu steðga hesari sera álvarsligu gongd. Og hvørji eru ???okur???? Jú,???okur??? sum leiða nú, og ???okur???, sum bjóða okun fram at ganga á odda. Skulu okur bara hyggja at og gera okkurt smávegis fyri at lappa upp á støðuna?
Suðuroyggin hevur nakrar avbjóðingar, sum mugu takast í álvara. Sjálvt løgmaður segði, at Suðuroyggin er í einari serstøðu, og at serloysnir mugu til. Tað kann ikki verða rætt,at bara tí at okur búgva á einari fjarskotnari oyggj, so skullu øll møgulig eykagjøld fylgja við. Hví skal so verða? Hví eru okur ikki meira javnsett sum borgarar í Føroyum?
Spurningurin er so, hvat okur kunnu gera í Suðuroynni? Hvør er loysnin? Liggja á knæ, hvør í sínum lag, fyri landsins mynduleikum fyri at fáa bygt skúlar av ymiskun slag á hvørjun tanga? 1 millión her og har? Tað kann ikki vera eitt seriøst boð upp á, hvussu okur skulu yvir sum oyggj. Gamaní eru skúlar vælkomnir og liggja einamest gott her í oynni, men okkurt munabetri má til. Tad er eingin ivi í mínum sinni, at ein fyritreyt fyri, at okur kunna fáa nakrar virðiligar loysnir fyri oyggj okkara er at okur standa saman. Allarbest var, um okur vóru ein kommuna. Men okur kunnu so byrja við veruliga vísa í verki, at okur standa saman um oynna, ein kommuna ella ikki. Her liggur ein stór ábyrgd hjá okkara komandi umboðum í tinginum saman við kommunustýrislimum at hava eitt gott samband við hvønn annan. Eitt oyggjaráð við lands- og kommunalum politikkarum kundi verið sett á stovn, sum hevði regluligar fundir, har øll viðurskifti og allar avbjóðingar blivu vendar og loysnir fyri oynna settar út í kortið. Okur fáa einki forerandi, lat tað liggja púra fast.
Suðuroyggin er at meta sum eitt pinkalítið land fyri seg. Tað eigur at verða møguligt at hava mestsum flest allar tænastur her. Fleiri almennar tænastur mugu okur hava her og fordeila ter so so skilagott í oynni. Sjúkrahúsið má fáa ta játtan sum skal til, fyri at fáa føðideildinia opnaða aftur. Okur keypa nógvar tænastur norðanfjørðs. Tað átti ikki verið neyðugt. Um okur stóðu saman um at stuðla teimum, sum blivu settar á stovn í oynni, so er grundarlag fyri teimum.
Klaksvíkin og Suðuroy kummu samanberast tá tað kemur til vinnulív og fólkatilfeingi. Bæði virka sum kraftdeplar vinnuliga. Okur standa fyri einum stórun parti av útflutningsvirðinum hjá landinum, men ov lítið kemur suður aftur. Okur gjalda øll handa slag av avgjøldum fyri tænastur og annað, sum eins væl kundu verið her suðuri. Listi meg at sæð eina fíggjarstøðu Suðuroy/Land.
Tað leikaði hart á fyri at fáa ígjøgnum loysnina á aliøkjunum. Men tað var ein fyri oynna røtt avgerð, nevniliga tí at okur eru í einari serstøðu. Fleiri slíkar loysnir mugu og skullu fáast ígjøgnum.
Okur mugu fáa tryggar karmar á fiskuvinnuøkinum, umframt at forðingar, sum liggja á vinnulívinum her suðuro, mugu fáast burtur. Vit skulu hava javnbjóðis møguleikar við restina av landinum. So skal Suðuroyggin nokk reisa seg aftur.
Saman standa okur sterkari.
Frits Strøm, valevni fyri Fólkaflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald