Løgmaður heitti á kommunurnar í gjár um at forða fyri, at m.a. fólk av ferðafólkaskipum koma til lands. Hann blandar seg uppí, hvar hann onki mandat hevur. Løgmaður hevur mandat til at steðga loftvegis flutninginum av ferðafólki, sum heldur á fram við at streyma inn í landið. Men hetta hevur hann latið ganga í fleiri dagar. Hvat sker?
Løgmaður blandar seg uppí, hvar hann onki mandat hevur. Ger lítið og onki, hvar hann hevur fult mandat. Flestu kommunurnar hava longu tikið hesi stig, meðan Føroya fólk einans kunnu standa spyrjandi og hyggja at, ímeðan streymurin av fólki úr londum á reyða listanum fyllast í Føroyum.
Hví hevur landsstýrið ikki sett Danmark á reyða listan á síni heimasíðu? Stakkals ferðafólkini fáa onki endurgjald frá tryggingini, so longi tað ikki verður gjørt!
Mette Frederiksen saman við donsku stjórnini hevur fyribils sett 125 mia. av til at hjálpa donskum vinnulívi. Hevur løgmaður spurt seg fyri, um Føroyar eigur sín brøkpart av hesum?
Løgmaður hevur valt at lata alt upp til vanliga føroyingin um at fylgja ráðum ella ikki.
Eg veit ikki, men er tað vanligt at lata stýringina av landinum yvir til fólkið í undantaksstøðu?
Bjarni Hammer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald