Politikkur

Stroyma valfundin á jn.fo

...

2020-11-08 12:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Trýst her

Í kvøld klokkan 19:30 verður valfundur á Giljanesi. Vit fara at gera eina roynd at stroyma fundin á jn.fo. Men tað er við fyrivarni, tí áður hava trupuleikar verið, at stroyma av Giljanesi. Um tøknin vil tað sama sum vit, so verður stroyming frá fundinum.

Kommunuval verður 10. november, og 31 fólk bjóða seg fram at stýra Vága kommunu næstu fýra árini.

Av teimum 31 fólkunum sleppa 11 fólk inní Vága býráð. Tað eru tríggir listar ið stilla upp til valið, teir eru: Borgaralistin, Hákun Fríði Debes, valevni á lista B og Framtíðarlistin.

Umboð frá teimum trimum listunum hava tikið stig til, at skipað fyri pallborðsfundi í skúlanum á Giljanesi sunnukvøldið 8. nov. klokkan 19:30. Ingolf S. Olsen verður orðstýrari.

Hædd verður tikin fyri Coronatilmælunum, og tí er luttøkan avmarkað til 100 fólk, og øll verða skrásett við dyrnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder