2018-09-21 09:29
Viðmerkingar:
Endamálið við uppskotinum er, at heimildin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum atselja part av kvotunum á Flemish Cap, verður tikin burtur.
Seinastu árini hava verið sera tung hjá heimaflotanum. Nú sæst ein glotti, tí kvoturnar áFlemish Cap sannlíkt verða hækkaðar. Sambært løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, skaløll henda hækking seljast á uppboðssølu. Heimaflotin hevur kempað fyri at knógva undirlakum fiskiskapi, men nú útlitini eru frægari, skal allur vøksturin takast frá teimum. Hetta erdárahugburður móti vinnuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald