Politikkur

Strandferðslan skal koyra um náttina í vikuskiftinum

...

2019-07-05 15:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Líkamikið um ungdómurin ætlar sær í býin, á møti, at vitja ein sjeik ella eina damu seint um kvøldið í vikuskiftinum, so eigur tað at vera møguligt, at koma trygt heimaftur til hús um náttina í vikuskiftinum.

Í flestu grannalondum okkara koyrir almenna samferðslan eisini um náttina - hetta er tryggari fyri okkara ungdóm, og samstundis slepst eisini undan tí stóra svarta marknaði ið upptekur seg hvørt vikuskifti, har hundraðtals bilar koyra aftur og fram millum bygdirnar, við svartari samsýning fyri eyga.

Unga Sjálvstýri mælir til, at veitingarskyldan hjá Strandferðsluni eisini skal vera galdandi um náttina í vikuskiftinum.

Tað er ein sannroynd, at rúsdrekka spælir ein stóran leiklut í náttarlívinum. Vit vilja við einari nýggjari skipan geva øllum okkara ungdómi møguleikan til, at sleppa trygt heim til hús í vikuskiftinum.

Síggj meira: https://www.facebook.com/UngaSjalvstyri.fo/videos/1253747151446539/

Vegna Unga Sjálvstýri,

Heri Danielsen
Formaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder