Politikkur

Stovnar handan læstar dyr

...

2020-06-12 10:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hvat er tað, sum gongur fyri seg ? Fólk sleppa ikki inn í bankarnar, sjálvtøkurnar verða tiknar niður, tað kostar meira og meira at hava konto, og tað verður gjørt so tvørligt og dýrt sum gjørligt at brúka tænasturnar. Tað kundi eins væl staðið á hurðini ???vit ynskja hvørki kontakt ella kontantir???

Ikki tí, tað sama ger seg galdandi á øðrum stovnum. Har sita fólk eisini handan læstar dyr og arbeiða. Ikki lukkuligt at hava opið fyri viðskiftafólki. Og spyr man, hví so er er svarið, at tað eru so fá fólk, sum koma á gátt. Júst tí skuldi tað so slett ikki verið ein trupulleiki at latið tey sleppa inn,sum ynskja tað. Og hinvegin, tá ið tað verður gjørt so tvørligt at brúka tænasturnar, so sigur tað seg sjálvt, at tær ikki vera brúktar.

Kundin er so ikki í miðdeplinum. Og kundin er heldur ikki ein samfeldur skarið við somu ynskjum og tørvi, men ymisk vanlig fólk, sum tørva ymiskt. Tað finnast faktisk kundar, sum ynskja at brúka reiðan pening. Og tað eru eisini kundar, sum ikki hava bil. Og tað eru enn handlar og feløg kring landið, sum royna at yvirliva, og sum hava tørv á, at t.d. sjálvtøkur eru í nærumhvørvinum, nú flestu bankadeildirnar eru latnar aftur. Og hesin kundaskarin hevur eisini sín tilverurætt eins væl nú, sum tá ið hann var við til at bjarga bankunum.

Tað er uppá pláss at spyrja seg sjálvan hvørjum peningastovnarnar arbeiða fyri ? At fólk kring landið so eisini hava trupult við at fáa húsalán ger bara spurningin uppaftur áhugaverdari. Hvørjum arbeiða peningastovnarnar fyri ?

Gongdin í løtuni er miðsavnandi og hevur uttan iva til endamáls at avskaffa reiðan pening. Alt skal ganga umvegis netið. Pengaleysa kontaktleysa samfelagið er málið. Og hvønn er hetta gott fyri ? Kundan, nei neyvan, men fyri peningarstovnarnar ja. Tá hava peningastovnarnar tað fullkomna valdið og yvirlit yvir hvønn mjólkapakka, tú keypir, og hvar.

??r grannalondunum verður sagt, at tað er rætt at avskaffa reiðan pening, tí tað skal fyribyrgja svørtum arbeiði, hvítvasking og øðrum kriminaliteti. Tað kann í ávísan mun vera nakað um tað, men hyggja vit eftir stóru hvítvaskingargølunum, sum hava verið seinastu árini, so hava bankarnar í grannalondunum havt sín stóra leiklut í tí.

Eg havi altíð hildið, at gomlu sparibússurnar, har børnini lærdu at spara upp, vóru við til at økja um tilvitskuna og virðingina hjá børnunum fyri pengum. Men hetta er eisini við at doyggja út. Tú skalt gjalda fyri tað í dag. Tað sama við lønarkontuni. Hana skalt tú eisini gjalda fyri. Og eigur tú pening,er rentan negativ. Tað er slett ongin ivi í mínari verð um, at vit eiga at fáa gjørt nakað við hetta og hugt eftir, um ikki fólk eiga at fáa eina almenna lønarkontu. Serliga havandi í huga, at hvør einstakur borgari sambært lóg er álagdur at hava eina lønarkontu.

Vit í Tjóðveldi hava havt uppskot frammi um, at negativ renta ikki kann áleggjast, eins og vit í áravís hava stríðst fyri at fáa KT-skipanirnar hjá peningarstovninum heim aftur til Føroya. Tíverri hevur ikki verið meirluti fyri hesum enn.

Tá ið hetta er sagt, so er í hvørfall eitt annað sera týdningarmikið atlit at taka. Tað er menniskjaliga kontaktin, sum er so avgerandi fyri øll fólk. Hví skal hendan partú avskaffast. Fáa vit eitt betri samfelag, tá ið vit uppbyggja skipanir, har vit ikki mugu hava kontakt við hvønn annan. Nei, als ikki. Alt verður kaldari og ópersónligt.

Eg ynski mær so bæði kontakt og kontantir í einum menniskjavinarligum samfelag.

Sirið Stenberg

Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder