JN

Stovnandi aðalfundur av háskúlafelag

...

2020-06-26 12:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Háskúlafelagið verður stovnað 11. juli - øll eru hjartaliga vælkomin á fundin!

Háskúli okkara skal hava eitt áhugafelag aftan fyri seg, sum stendur saman um skúlan og tryggjar, at hann hevur góð kor og røkkur sínum endamáli. Hetta felag fer at velja størsta partin av stýrinum fyri skúlan. Felagið verður stovnað 11. juli, og øll, sum vilja, eru hjartaliga vælkomin at vera við sum stovnandi limir.

Fundurin byrjar kl 19.00 í Ísansgarði. Leygarkvøld er, so Mat- og Moldmentanarháskúlin bjóðar okkurt hugnaligt og smakkgott. Eisini verður kunning um skúlan og gongdina higartil.

Kom og standið saman um ein heilt serligan skúla!

Heilsan

Stýrið fyri háskúlan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder