
Søkt verður eftir 1 lærara og 1 námsfrøðingi til serskúlatilboðið Pallin í
Sørvágs skúla.
1 lærara í tíðaravmarkað fulltíðar starv skúlaárið 2021/22
1 námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2021/22 - Setnarbrot 0,80.
Frágreiðing um Pallin:
Tilboðið er eitt samstarv millum Sernám, MMR og skúlarnar í Vágum at bjóða næmingum við avbjóðingum í fólkaskúlunum eitt nøktandi felagstilboð.
Í skúlatilboðnum ganga 12 næmingar úr skúlanum á Giljanesi og Sørvágs skúla.
Starvsfólkini arbeiða undir ábyrgd leiðslunar í sjálvstýrandi toymum og skipa seg í samstarvi við allar partar.
Tey, ið sett verða skulu:
Vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð mótvegis næmingunum
Hava áræði at taka ábyrgd
Duga at samstarva í toymum
Duga at hugsa uttanfyri rammur ??? hugsa kreativt
Førleikakrøv
Lærarin eigur at hava førleika at undirvísa grunddeild, miðdeild og hádeild annaðhvørt náttúrulærugreinar og/ella hugvísindalærugreinar.
Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur frammanundan.Lærarastarvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1 ??? 29.2
Umsøkjari skal hava prógv sum námsfrøðingur, tó kunnu umsøkjarar, sum fáa prógv í summar søkja á jøvnum føti við tey, ið longu hava lokið prógv.
Viðkomandi royndir kunnu vera ein fyrimunur.
Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, kann annar umsøkjari setast í tíðaravmarkað starv sum hjálparfólk skúlaárið 21/22Námsfrøðingurin, ið sett verður, er løntur sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Nærri kunning um størvini fáast við at ringja til Eyð Niclasen, skúlastjóra, á tel. 233222.
Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi mikudagin 09. juni 2021 kl.18.00
[email protected] ( viðmerk umsókn PALLURIN )
Sørvágs skúla, Skúlavegur 13
380 Sørvágur
_________________________________________________
Í Sørvágs skúla ganga uml. 180 næmingar í 1. til 10. flokki. Uml. 35 starvsfólk arbeiða á skúlanum. Starvsfólk skúlans hava fyrireikingarhøli við egnum skriviborði og egnari farteldu.
Ein skúli við serbygdum tónleikahølum, svimjihøll, serhølum og samvirknum talvum. Skúlin er nýliga uppstigaður á øllum økjum. Vit arbeiða alsamt við at bjóða næmingunum fleiri undirvísingartilboð. Í hesum sambandi samstarva vit við hinar skúlarnar í vesturøkinum.
Eitt serskúlatilboð, Pallurin, er staðsett á skúlanum, hetta til tess at allir næmingar í Vágum fáa nøktandi skúlatilboð.
Virðisgrundarlag skúlans:
Eg vil - Eg dugi - Eg kann
Her hava vit virðing fyri okkum sjálvum og øðrum!
Her er opið og mennandi samstarv millum heim og skúla! Her er undirvísingin viðkomandi og avbjóðandi!
Í okkara skúla skulu øll hava møguleikar at læra!
Málið er læring, menning, trygd, og trivni. Áhugi elvir til læring.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald