JN

Stórur springarabólkur á Rituvík

...

2020-05-10 12:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Um 13-tíðina fekk løgreglan eina fráboðan um at grind lá innan fyri Stóratanga í Rituvík. Tað vísti seg síðani at vera ein stórur bólkur av springarum.

Av løgreglustøðini verður sagt, at sýslumaðurin hevur tikið avgerð um, at einki verður gjørt við bólkin. Karl Johansen, sýslumaður, vil ikki ganga ímóti almennu tilmælunum, sum m.a. eru at ikki fleiri enn 50 fólk skulu samlast, og at tveir metrar skulu vera millum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder