
Í dag, Altjóða kvinnudagin, kunnu vit fegnast um, at 100 ár eru liðin, síðan føroyskar kvinnur á fyrsta sinni fingu rætt at atkvøða til politisk val. Føroyskar kvinnur eru komnar langt síðan hesa søguligu hending og eru á mongum økjum javnsettar við menn í dagsins samfelag. Hóast hetta, mugu vit henda 8. mars tíverri ásanna, at enn er langt á mál, tá talan er um javnstøðu á pensjónsøkinum. Við verandi gongd, verður fíggjarliga gjáin millum kynini stór, tá ið vit gerast pensjonistar.
Hví verður so stórur munur á kynunum sum pensjonistar?
Nýggjasta frágreiðingin frá Búskaparráðnum varpar ljós á trupulleikan. Munurin á inntøkunum hjá monnum og kvinnum er stórur í Føroyum. Flestu kvinnurnar eru í størvum við lág- og miðalinntøkum, meðan menninir eru í størvunum við teim høgu lønunum. Hetta merkir, at føroyskar kvinnur fara at hava nógv minni pengar um hendurnar enn menn, tá tær fara frá fyri aldur. Hetta hevur við sær, at vit nú øll verða noydd,at savna inn til egna pensjón (skilji ikki henda setningin).
Tað eru fleiri orsøkir til, at kvinnur vera fátækari enn menn í ellisárum. Orsøkin er, at umframt at fáa eina lægri løn enn menn, so:
??? Eru tað kvinnurnar, sum í flestu førum taka farloyvini í sambandi við barnsburð, har eingin pensjón verður goldin av barsilspengunum
??? føroyskar kvinnur gerast oftari óarbeiðsførar enn menn
??? 52% av teimum arbeiða niðursetta tíð
??? og liva í miðal 3 ár longri enn menn sum pensjónistar.
Samanlangt fer hetta væntandi at skapa ein stóran klassamun millum kvinnur og menn í framtíðar Føroyum.
Hvat kanst tú gera?
Henda Altjóða kvinnudagin er sostatt ikki nóg mikið bara at fegnast um javnstøðusigrarnar, ið føroyskar kvinnur higartil hava vunnið. Føroyskar kvinnur verða eisini noyddar at hyggja at egnum pensjónsviðurskiftum, so gjógvin millum kynini sum pensjónistar ikki verður óneyðuga stór.
Tíbetur kunnu vit øll gera ymiskt fyri at basa trupulleikanum. Fyrst og fremst kunnu føroyskar kvinnur seta seg í samband við ein pensjónsveitara, sum saman við teimum finnur fram til eina hóskandi pensjónsloysn, sum passar til hana. Eisini er møguleika at ávirka tín arbeiðsgevara og/ella títt fakfelag, so hesi virka fyri betri pensjónsloysnum.
At enda er stórur tørvur á, at vit langt um leingi fáa eina hóskandi pensjónsnýskipan viðtiknan í Føroya Løgtingi. Ein slík nýskapan kann geva kvinnum og monnum sama møguleika at savna saman til munagóð pensjón. Ein pensjón, ið er við til at leggja lunnar undir eina framhaldandi vælferð hjá okkum sum pensjónistar.
Betri pensjón og Tryggingarfelagið Føroyar ynskja øllum føroyingum ein framhaldandi góðan 8. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald