Arbeiðið varð boðið út, og fleiri boð komu inn. Tað er Sp/f Stroyður sum vann útboðið, og fer at standa fyri at gera nýggju brúnna.
Í eina tíð hevur ikki verið koyrandi um brúnna, men nú arbeiðið er farið ígongd, er øll ferðing um brúnna bannað. Eisini til gongu. Víst verður til brúnna við Gamla skúla og brúnna við Dungasand.
Í skjølum hjá Sørvágs kommunu kunnu vit staðfesta, at tað eru 160 ár síðani fyrsta brúgvin varð gjørd um Stórá. Tað hava verið 5 brúgvar øll hesi árini, og tær fyrstu vóru úr træ og høvdu tískil avmarkaða livitíð. Hendan seinasta varð bygd í 1933.
Tíðin er sostatt væl og virðiliga farin frá brúnni, sum er í ringum standi, og tann nýggja brúgvin fer eisini at hava ein gonguteig, sum ger ferðsluna eftir henni tryggari.
Sørvágs kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald