Fólkateljing:
??ll frá 15 ár og eldri vórðu spurd, um tey gingu í skúla ella vóru í holt við nakra útbúgving av einumhvørjum slag. Í svarinum er tí bæði roknað framhalds- og miðnámsskúli umframt øll onnur útbúgving.
Fyri alt landið er útbúgvingartíttleikin 19% hjá kvinnum og 16% hjá monnum. Millum sýslurnar er munurin stórur. Nógv hægstur er útbúgvingartíttleikin í Suðurstreymi við 21% hjá kvinnum og 18% hjá monnum. Eitt stig lægri er hann í Norðstreymi, Eysturoy og Norðoyggjum. Aftur eitt stig lægri í Vágum og lægst í Suðuroy og Sandoy við 12% hjá kvinnum og 13% hjá monnum.
Eitt reglufast mynstur er bæði fyri alt landið og í sýslunum: at útbúgvingartíttleikin er munandi hægri hjá kvinnum enn hjá monnum. Sandoy er tó undantakið her.
Býtið eftir møtitíttleika
Spurt varð eisini, um skúla- ella útbúgvingartíðin var meir ella minni enn 20 tímar um vikuna. Tað sæst á myndunum báðum niðanfyri, at er aftur ein rættiliga greiður munur millum kynini.
Myndin omanfyri vísir hvussu hetta býtið er hjá monnum. Tað er 5-6 ferðir oftari, at henda útbúgvingartíðin er oman fyri 20 tímar enn niðanfyri. Undantakið er Suðurstreym, har tað bæði eru flestir menn við yvir 20 tímum og við undir 20 tímum. Serliga stórur er munurin viðvíkjandi teimum við minni enn 20 tímum, har tað eru lutfalsliga dupult so nógvir í Suðurstreymi sum í hinum sýslunum.
Tá vit samanbera hesa myndina við hjá kvinnum við hina frammanfyri hjá monnum, sæst stóru munur í býtinum. Tí her er tann parturin við eina vikuligari útbúgvingartíð styttri enn 20 tímar munandi størri hjá kvinnum enn hjá monnum.
Tað er serliga hetta býtið, sum ger, at samanlagt er vinnutíttleikin javnt størri hjá kvinnum enn hjá monnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald