JN

Stórfingin gáva til Sjúklingahotellið Tórshavn

...

2020-12-24 16:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Jólaaftan fær Sjúklingahotellið Tórshavn 300.000 kr. Hetta er stuðul frá Betri Stuðulsgrunninum, sum á hvørjum ári letur peningagávur til vælgerandi endamál.

Betri Stuðulsgrunnurin letur eisini fíggjarligan stuðul til onnur, sum onkursvegna gera jólini betri fyri síni medmenniskju. Hvønn sunnudag í advent hevur grunnurin latið adventsgávur, sum hava verið avdúkaðar, tá lúka er latin upp á betristudul.fo Samanlagt er stuðul latin fyri1.110.000 kr.

???Betri samtakið er eitt stórt felag í Føroyum, og hevur tí ávísa samfelagsábyrgd í mun til síni medmenniskju. Adventsgávurnar eru beinleiðis úrslit av hesari ábyrgd, og vit frøðast um, at Betri Stuðulsgrunnurin kann lata stuðul til tey, ið hava tørv á tí. Í ár fer stórsta gávan til Sjúklingahotellið Tórshavn, sum hevur so ómetaliga stóran týdning fyri føroyingar, sum eru í sjúkraørindum í Keypmannahavn???, sigur Evy Jacobsen, forstjóri í Betri P/F.

Endamálið hjá grunninum er at skapa tryggleika umvegis stuðul, sum í høvuðsheitum verður latin til virksemi, ið er skaðafyribyrgjandi, sjúkufyribyrgjandi og tryggleikaskapandi.

Hesar vóru adventsgávurnar í 2020:

Fyrsta sunnudag í advent vórðu gávurnar latnar:

Heilbrigdinum, kr. 150.000,-

City Church meals, kr 30.000,-

Herberginum, kr. 30.000,-

Annan sunnudag í advent vórðu gávurnar latnar:

Parkinsonfelagnum, kr. 100.000,-

Deyvafelagnum, kr. 50.000,-

Barnaheiminum, kr. 50.000,-

Og triðja sunnudag í advent vórðu gávurnar latnar:

Blindafelagnum, kr. 50.000,-

Autismufelagnum, kr. 50.000,-

Beranum, kr. 50.000,-

Kvinnuhúsinum, kr. 50.000,-

Fjórða sunnudag í advent vórðu gávurnar latnar:

Barnadeildini í Sjúkrahúsverkinum, kr. 50.000

Umsorganarheiminum Gloria, kr. 50.000

Krabbameinsfelagnum, kr. 50.000

ADHD felagnum, kr. 50.000

Og jólaaftan varð stóra jólagávan á kr. 300.000 latin Sjúklingahotellinum Tórshavn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder