Mentan

Stór undirtøka fyri kórfestivali

...

2016-04-25 19:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv frá Kórsambandi Føroya Flaggdagin 25. apríl 2016

Ársins stóri kórfestivalur í Norðurlandahúsinum Dýra biðidag gekk av tí allarbesta. Heili 11 kór úr øllum landinum høvdu teknað seg til luttøku á festivalinum, ið eisini varð skipaður sum ein kapping millum kórini, eins og eitt stórt felagskór setti eitt stórsligið og virðiligt punktum fyri Kórsfestivalin 2016.

Í mong ár hevur Kórsamband Føroya skipað fyri kórstevnum, sum hava verið hildnar yvir tveir-trýggjar dagar, men í fjør valdi Kórsambandið at broyta tiltakið og fara yvir til at halda tað ein dag. Hetta millum annað orsakað av, at undirtøkan seinnu árini hevur verið víkjandi. Samstundis broytti størsta tiltak føroyskum kórsangi at frama navn frá ???stevnu??? til ???festival???, sum er meira í tráð við tíðarrákið.

Broytingin í fjør hepnaðis so mikið væl, at nevndin í Kórsambandi Føroya gjørdi av at halda fram við kórfestivalinum í ár, og aftur avmarka hann til tann eina dagin. Avgerðin hevur víst seg at verið røtt, eftirsum luttøkan í ár var upp aftur betri enn í fjør, tá 8 kór luttøku. Í ár vóru kórini 11 í tali. Somuleiðis vaks luttøkan í felagskórinum frá umleið 100 til heilt upp í 180 sangarar.

Eins og í fjør var Kórfestivalurin 2016 skipaður sum ein kapping, har tað í ár vórðu latnar tvær virðislønir. Fyrsta virðisløn fyri bestu framførslu, har hugsað varð hugsað um eitt nú neyvleika (presisión), tónlistagávur og dynamikk. Eins og í fjør fór hendan virðislønin til Kamarkórið úr Havn, sum í dag fór til Írlands at luttaka í eini sangkapping.

Onnur virðisløn varð latin fyri mest upprunakendu, skemtiligu ella sermerktu framførslu. Til dømis tá ræður um framførsluhátt, rørslu, koreografi, serligan innmarsj, fjølbroytni og uppstilling. Tað vil siga at vísa nakað, sum gjørdi framførsluna skemtingarsama ella út yvir tað vanliga. Í fjør streyk Glymur í Havn avstað við hesum heiðri, meðan virðislønin í ár varð latin Tarira úr Havn. Í dómsnevndini sótu Zacharias Sørensen, Ria Tórgarð og Jóan Pauli Joensen.

Endamálið við kórfestivalinum er at fremja og menna føroyskan kórsang. Tey 11 luttakandi kórini vóru Havnarkórið, Tórshavnar Manskór, Gøtu Kirkju Ungdómskór, Vestmanna Sangkór, Eystanljóð, Vágakórið, Kristiliga Sangkórið, Tarira, Aurora Borealis, Tórshavnar Kamarkór og Glymur.

Leiðari fyri felagskórið var Tóra Vestergaard, sum er ættað úr Froðba, men býr í Danmark. Uppgávuna við felagskórinum greiddi hon framúr væl. Tóra hevur útbúgving í sangpedagogikki og kórleiðslu frá Syddansk Musikkonservatorium, og eitt nú leiðir hon føroyska Húsakórið í Keypmannahavn.

­­­­­Umframt eina kórútseting hjá Tóru Vestergaard av sanginum ???Eitt dýpi av dýrari tíð??? við orðum eftir Jens Paula Heinesen og lag eftir dóttrini, Elin Heinesen, og ???Tá myrkrið køvir???, sum er yrking eftir Tórodd Poulsen, ið íslendingurin Hugi Guðmundsson gjørdi lag til í sambandi við eina útgávu hjá Mpiri í fjør, framførdi felagskórið eitt nýtt verk, ???Tokið???, sum Tróndur Bogason hevur smíðað, meðan ??ssur Johannesen hevur sett orð til.

Kórfestivalurin 2016 varð fyriskipaður í tøttum samstarvi millum Kórsamband Føroya og umboð fyri kór í Havn. Tórður Mikkelsen var frásøgumaður í Norðurlandahúsinum, og tiltakið endaði við eini veitslu í B36-húsinum fyri luttakarunum.

Um nakar ynskir at vita meira um kórfestivalin, kann viðkomandi seta seg í samband við Kára Bæk, formann í Kórsambandi Føroya, á tlf. 270142.


Vinarliga

Nevndin í Kórsambandi Føroya
og umboð fyri kór í Havn

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder