JN

Stór skalvalop á Flateyri í Íslandi

....

2020-01-15 19:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Trý stór skalvalop raktu í nátt Flateyri - tíbetur doyði eingin, ein smágenta lá tó undir skalvalopinum, men hon bleiv funnin og grivinn leys, tá hevði hon ligið undir skalvalopinum í seks tímar.

Nógvir bátar fingu stóran skala og vórðu oyðilagdir.

Verjugarðarnir, ið bórðu bygdir aftaná sorgarleikin í 1995, stóðu nú sína roynd, teir beindu skalvalopini frá har bústaðir eru - sí mynd niðanfyri - skaðin sum hendi á bátarnar komst av aldunum frá nógva kavanum.

Mett verður at skalvalopini høvdu eina ferð uppá útvið 200 km. um tíman.

Les meira HER. 


Les eisini HER.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder