
Fiskamarknaðurin hevur opið sum vanligt, men bert helvtin av fólkinum er til arbeiðis ísenn. Tað er fyri at binda um heilan fingur, í so fall at onkur verður sjúkur, so kann hin vaktin traðka til. So tit muga halda okkum til góðar um avgreiðslutíðin kanska verður ov long onkuntíð.
Línuskip: Bara tvey línuskip eru til fiskarí. Tey fiska mest av toski, hýsu og longu. Annað landar mánadagin og hitt landar helst seinni í vikuni. Vegna Corona, er tað sera ivasamt nær bátarnir fara útaftur. Frystilínuskipini eru øll til fiskarí.
??tróður: Streymurin er ikki av tí besta og veðri og Corona gera tað at ikki verður so nógvur útróður.
Djúpvatnstrolarar: Ein fiskar tosk og hýsu, ein fiskar stinglaks og ein fiskar svartkalva. Allir koma at landa í vikuni.
Partrolarar: Teir flestu eru til fiskarí. Fiskaríið er smáligt. Teir landa sum vikan líður.
Trolbátar: Fimm fiska norðanfyri. Allir fiska tosk og so nakað av hýsu, upsa og flatfiski. Allir landa í vikuni.
Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er heldur fragari nú. Ein landar mánadagin og hinir seinni í vikuni.
Heinta veðurforsøgnina her
Heinta alla metingina her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald