Politikkur

Stjórnarskipanin er ein størri fløkja enn nakrantíð

...

2017-08-02 20:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroyar skulu hava eina stjórnarskipanarlóg. Tað segði løgmaður ??? enn einaferð ??? á ólavsøku. Og nú er uppskot um hetta sent til hoyringar hjá Føroya fólki.

Tað fyrsta eg hugdi eftir í uppskotinum var formælið og grein eitt, tí tað vóru hesir partarnir, sum í 2011 foraðu fyri eini breiðari semju um uppskotið.

Og eg stúrsaði við. Tí hvussu í verðini hevur løgmaður borið seg at, við at fáa Høgna Hoydal at ganga við til eitt stjórnarskipanaruppskot, har tað stendur í formælinum, at stjórnarskipanin setir ikki úr gildi verandi stjórnarrættarligu sáttmálar? Gott nokk stendur ikki beinleiðis, at stjórnarskipanin virðir donsku grundlógina, men tá tað stendur, at grundlógin ikki verður sett úr gildi, so má tað vera ein viðurkenning av, at hon er í gildi og at hon eisini verður í gildi eftir at stjórnarskipanarlógin er sett í verk. - Ella sum tjóðveldisfólk plagdu at siga: Føroya fólk verður biðið um á eini fólkaatkvøðu at viðurkenna donsku grundlógina. Hvussu hevur løgmaður borið seg at við at fáa Tjóðveldi at taka undir við tí?

Svarið fingu vit undir tingviðgerðini av ólavsøkurøðuni. Løgmaður segði tá, at hann hevur gjørt uppskotið sjálvur. Talan er altso ikki um eina semju í samgonguni.

Eingin andstøðuflokkur sigur seg taka undir við uppskotinum, og sum tað liggur í løtuni, er óhugsandi, at Tjóðveldi tekur undir við tí. Tjóðveldisflokkurin varð jú stovnaður sum eitt mótmæli ímóti at danska grundlógina er galdandi fyri Føroyar.

Longu um mánaðarskiftið august/september verður uppskotið hjá løgmanni lagt fyri løgtingið, og tá fáa tingfólk hálvanannan mánað at finna ta semjuna, sum leitað hevur verið eftir (uttan úrslit) seinastu 18 árini.

Nøkur ófrávíkilig krøv

Tá seinasta semjan um stjórnarskipanina slitnaði í mai 2011, skrivaði Høgni Hoydal í sínum áliti, at um Tjóðveldi skuldi taka undir við uppskotinum, so skuldi stjórnarskipanarlógina vera omanfyri alla aðra lóggávu (eisini donsku grundlógina).

Ein onnur treyt var, at gildiskoman skuldi teingjast at eini fólkaatkvøðu og ikki fylgja ásetingini í stýrisskipanarlógini, sum løgmaður nú skjýtur upp at gera.

Ein triðja treyt fyri at taka undir við uppskotinum var, at lógin skuldi verða ???væl og virðiliga viðgjørd í almenninginum við hoyringum, upplýsingum og orðaskifti.??? Eisini var tað ein treyt, at borgararnir skuldu kunna við undirskriftum krevja ávís mál løgd fyri løgtingið, og borgarar skuldu eisini kunna krevja, at mál vórðu løgd til fólkaatkvøðu. Eingin av hesum treytunum er eftirlíkað í uppskotinum hjá løgmanni.

Eg dugi ikki at síggja, hvussu Tjóðveldi nú kann sleppa øllum hesum krøvunum sum vóru so altavgerandi í 2011. ??? Men hinvegin ??? um tey ikki sleppa krøvunum, so er tað í verandi løtu næstan eingin, sum tekur undir við uppskotinum, sum er farið til hoyringar, og sum løgtingið longu tann 25. oktober skal hava samtykt við breiðari semju ??? eini semju, sum eingin hevur megnað at funnið seinastu 18 árini.

Helgi Abrahamsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder