2020-06-25 08:19

Partrolararnir Stjørnan og Polarhav komu á Klaksvík tíðliga í morgun við 220 tonsum av gulllaksi, sum teir landa á Kósini. Gulllaksurin fer til Tavuna í Leirvík.
Stjørnan og Polarhav byrjaðu túrin sunnanfyri, men hava nú roynt í ein útnyðring úr Føroya Banka.
Nú eru góð 4.000 tons eftir at fiska av gulllaksakvotuni, sum tilsamans er uppá 11.700 tons.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald