2020-03-11 16:19

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur tikið avgerð um at seta ??la Hans Olsen í starvið sum stjóri á Vørn.
??li Hans Olsen er 48 ára gamal. Hann hevur útbúgving sum skipsførari og hevur eitt nú verið skipari á Brimli og Tjaldrinum 11 tey seinastu árini. Áðrenn tað var hann yvirstýrimaður/stýrimaður hjá Vørn í 6 ár. Umframt hesar royndir hevur hann siglt hjá DFDS og verið stýrimaður og dekkari á fiskiskipi í fleiri ár.
Á síni yrkisleið hevur ??li Hans Olsen ognað sær viðkomandi leiðsluroyndir og serstakt innlit í virkisøkið hjá Vørn innan tilbúgving, fiskiveiðieftirlit, skiparakstur og fyrisiting.
??li Hans Olsen byrjar í starvinum sum stjóri á Vørn eftir nærri avtalu við arbeiðsgevaran.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald