Røddin hjá kommununum í Arktis verður nú styrkt. Á felags fundi millum leiðandi borgarstjórar í býum í Arktiska økinum, har Annika Olsen, borgarstjóri, umboðaði Tórshavnar kommunu, varð stig tikið til at boða Arktiska Ráðnum frá, at Ráðið fyri Arktiskar borgarstjórar vil hava eygleiðarastøðu í Arktiska Ráðnum.
Fundurin millum borgarstjórarnar var hildin í Rovaniemi í sambandi við, at Arktiska Ráðið hevur havt fund á stjórnarstigi í finska býnum.
- Tað er umráðandi, at kommunala røddin kemur til orðanna, tí tað er fyrst í kommununum, at avleiðingarnar merkjast. Vit skulu sjálv vera við til at stýra teimum avbjóðingum, sum longu eru og fara at verða í Arktiska økinum í framtíðini, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.
Átta tjóðir eru í arktiska økinum og millum hesar Føroyar. Og tað er eitt skipað samstarv millum kommunur í Arktis, sum Tórshavnar kommuna hevur verið við til at seta á stovn, nú Ráðið fyri Arktiskar borgarstjórar (Arctic Mayors??? Forum) hevur tikið stig til at fáa eygleiðarastøðu í Arktiska Ráðnum.
Við á fundinum í Rovaniemi vóru millum annað borgarstjórarnir í Tromsø, Akureyri og Arkhangelsk. Yvirskipaða málið hjá Ráðnum fyri Arktiskar borgarstjórar er at styrkja røddina hjá teimum, sum búgva í býum og bygdum í arktiska økinum við at ávirka altjóða samfelagið og limirnar í Arktiska Ráðnum. Somuleiðis eru eisini nógv øki at samstarva um eitt nú útbúgving, umhvørvi, ferðavinna og samferðslukervi.
Ráðið vil tryggja eina burðardygga menning fyri býir og bygdir, nú stórar broytingar fara fram í Arktis. Annika Olsen, borgarstjóri, skeyt á fundinum í Rovaniemi upp, at burðardygg ferðavinna er fyrsta evnið, sum ráðið fer at leggja dent á. Hetta var undirtøka fyri, og tí verður eitt serligt tiltak um ferðavinnu á Arctic Circle í Reykjavík í oktobur í ár, nú Ísland eisini yvirtekur formansskapin í Arktiska Ráðnum. Ráðið fyri Arktiskar borgarstjórar hittist í Akureyri beint áðrenn Arctic Circle, og tá verður eisini fyrsti aðalfundur ráðsins.
Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, vil eisini virka fyri, at aðrar kommunur í Føroyum kunnu gerast limir í Ráðnum fyri Arktiskar borgarstjórar.
Politikkur
Stig tikið til eygleiðarastøðu í arktiska ráðnum
...
2019-05-09 07:00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald