Steffan Klein Poulsen
Løgtingsmaður
Munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, um fosturtøku.
Spurningar:
1.Eru medisinskar fosturtøkur ein partur av fosturtøkutalinum sum verður kunngjørt hvørt ár?
2.Hvussu nógvar av fosturtøkunum eru framdar ávikavist medisinskt og skurðligt (kirurgisk) frá 1994?
3.Vera orsøkirnar til fosturtøku í Føroyum skrásettar? Um ja, kann landsstýrismaðurin geva okkum innlit í hesi tølini?
ViðmerkingarTað er rættiliga eymt at tosa um fosturtøku í almenna rúminum, serliga í lítlu Føroyum. Hetta hevur uttan iva verið við til at tabusera fosturtøkukjaki ígjøgnum árini. Ymsir áhugabólkar hava tó tikið málið upp og hildið lív í kjakinum. Tey eymu evnini noyðast eisini at blíva viðgjørd.
Síðsta ár, í 2018, blivu 25 fosturtøku framdar. 25 børn svara til ein stóran flokk í skúlanum í dag.
Um hugd verður at tølunum frá 1994 fram til 2018, sást týðiliga at tað er ein minkandi tendensur. Afturi í 1994 vóru 57 fosturtøkur framdar, sum er meir enn dupult so høgt, samanlíkna við tær 25 í 2018. Hetta er til at gleðast um. ??ansæð hvørja lóggávu ymsu áhugabólkarnir ynskja, er alment kent, at allir ella flestu Føroyingar ynskja at fosturtøkutalið verður so lágt sum møguligt.
Fyri at minka um talið av fosturtøku, er sera hent at kenna hvørjar orsøkirnar eru til at fosturtøkur vera framdar. Eisini er gott at vita hvat verður talt við í fosturtøkutalið, sum verður upplýst almenninginum hvørt ár. Hesini tølini vildu saman givið, politikarum og áhugabólkum í Føroyum, fleiri amboð til at grípa inn í tey øki, sum veruliga koma at lækka fosturtøkutalið. Hetta er orsøkin til at spurt verður um hagtøl viðvíkjandi fosturtøku í Føroyum.
Steffan Klein Poulsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald