Starvsmannafelagið fer at taka málið um lægri pensjónsútgjald til kvinnur upp við pensjónsfelagið Lív, sum fakfelagið er partaeigari av.
Føroysku pensjónsfeløgini geva sum tey einastu í Norðurlondum framvegis kvinnum lægri mánaðarligt pensjónsútgjald enn monnum. Grundgevingin er tann, at kvinnur sum bólkur í miðal liva longur enn menn. Her er talan um sera ivasama siðvenju, tí hin einstaka kvinnan verður her revsað hvønn mánað, einans tí at hennara bólkur í miðal livir longur enn menn. Hetta samsundis sum, at aðrir bólkar eisini liva longur í miðal, eitt nú fólk við longri útbúgvingum og fólk, sum liva í parlagi/hjúnalagi.
Starvsmannafelagið fegnast um, at røddir í politiska landsslagnum nú siga seg vilja fremja broytingar á økinum við lóg. Eitt nú landsstýriskvinnan í javnstøðumálum, Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, sum á tingsins røðarapalli mikudagin 12. februar staðfesti, at hon fór at gera sítt til at vinna kvinnum somu rættindi á pensjónsøkinum, sum menn hava.
Starvsmannafelagið fer at halda lív í málinum, eitt nú gjøgnum limaskap sín í pensjónsfelagnum Lív.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald