Vit bjóða okkum til at fyriskipa tykkara starvsfólkaútferð
ella bólkaútferð í Hattarvík á Fugloynni.
Skrá:
??? Farið verður úr Hvannasundi kl. 08:45 við
"Rituni" til Fugloyar, Hattarvík. Túrurin tekur
uml. 1 tíma og 15 minuttir.
??? Byrjað verður við morgunmati.
??? Eftir hetta, verður skipað fyri einum
gongutúri niðan á Eystfelli við staðkendum
ferðaleiðara, sum somuleiðis vísir á og greiðir
frá um støð, søgur og sagnir. ??ll fáa ein góðan
føroyskan matpakka við. Túrurin tekur uml. 2
tímar og er rímuliga lættur at ganga.
??? Komin oman úr haga, verður borðreitt við
súpan, te og kaffi.
??? Síðani verður ein frásøgutúrur í bygdini og
vitjað verður áhugaverd støð vm.
??? Fráferð við Rituni til Hvannasund uml. kl.
16:00 og koma til Hvannasunds uml. kl. 17:30.
í Hattarvík á Fugloynni
Starvsfólka- ella bólkaútferð
Kostnaður:
Kostnaður pr. persón, íroknað morgunmatur,
matpakki, súpan, drekkivørur, tilsamans kr. 450,-
umframt kr. 1.875,- pr. ferðaleiðara pr. dag.
(Meirvirðisgjald er íroknað kostnaðinum).
Bólkar skulu ikki telja minni enn 10 fólk. Tá talan
er um 15 fólk ella fleiri, er neyðugt við tveimum
ferðaleiðarum ella fleiri. Er talan um størri bólkar,
verður mett um hóskandi tørv á ferðaleiðarum og
hjálparfólkum.
Í sambandi við bílegging, kunnu vit syrgja fyri
bólkabílegging við "Rituni". Ferðaseðlakostnaðurin
er kr. 40,- pr. persón, galdandi báðar vegir.
Neyðugt er at taka hædd fyri veðurlíkindum. Um
serlig ynskir eru uttan fyri skrá og tilboð okkara,
kunnu vit eisini tosa nærri um hetta og finna eina
hóskandi loysn til júst tygara tørv.
www.uppistovugardur.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald