
Søkt verður eftir fólki at arbeiða í svimjihøllini í Sørvági nakrar tímar um vikuna, tá ið almenn svimjing er. Eisini verður søkt eftir føstum avloysarum.
Opið er leygardag kl.15.00-20.00 og sunnumorgun kl.08.00-10.00
Tú fert m.a. at
·standa fyri trygdini í hylinum
·avgreiða kundar
Førleikar tínir
·tú skalt duga væl at svimja og kunna standa lívbjargararoyndina. Fyrimunur er, at tú hevur staðið lívbjargaraskeið
Annars bjóðar Sørvágs kommuna starvssettum tey kravdu skeiðini.
Tú skalt eisini
·vera fyrikomandi, samstarvshugað/ur og vísa arbeiðssemi
·hava hug og hegni at samskifta og at vegleiða kundum
·kunna arbeiða sjálvstøðugt
Løn og setanartreytir
Starvið er lønt sambært sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag.
.
Hug at søkja?
Send eina umsókn við avritum av møguligum prógvum á [email protected] sum skjótast ellaí seinasta lagi 20. juni 2019 klokkan 12.
Tú fært meira at vita um starvið við at venda tær á skrivstovuna hjá Sørvágs kommunu, tlf. 363200 ella á [email protected]
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald