Lýsing

Starvsfólk til stuðulstoymið Børn í Vágum

...

2021-01-05 23:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Almannaverkið søkir eftir starvsfólki til stuðulstoymið, sum er fyri smá børn í Vágum.

Um starvið

??? Starvið er á 40 tímar um vikuna at seta frá 01.02.2021 ella skjótast gjørligt.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum, tað vil siga í dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktum.

Arbeiðsuppgávur

Uppgávan er at skapa eitt trygt, umsorganarfult og mennandi umhvørvi, og tryggja ein innihaldsríkan dag, við upplivingum, nærleika, stuttleika og avbjóðingum.

Høvuðsuppgávan í dagligdegnum er at lurta, eygleiða og læra at samskifta við børnini, soleiðis at teirra tørvur verður nøktaður.

Eisini verður arbeitt við einum sera tøttum samstarvi við foreldur.

Uppgávan er at verða um børnini, stuðla og vegleiða teimum, fara við teimum til ymiskar venjingar og veita aðrar stuðlandi uppgávur.

Førleikar

Søkt verður eftir fólki við námsfrøðiligari, heilsufakligari ella sosialfakligari útbúgving. Neyðugt er, at umsøkjarar hava koyrikort.

Trivnaðardepilin Eind 4

Eind 4 varðar millum annað av virkseminum hjá Trivnaðardeplinum í Vágum.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í Trivnaðardepilinum Eind 4. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið.

Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á tann grøna knøttin "Søk starvið".

Freist

Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 18.01.2021 kl. 23.00.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Biritu Clementsen, eindarleiðara á telefon 297453 ella Andreu Petursdóttir, leiðara tlf. 297449.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder