Lýsing

Starvsfólk til Sambýlið á Traðarvegi í Sandavági

...

2021-02-18 07:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sambýlið á Traðarvegi í Sandavági er eitt sambýli fyri fólk við sálarligum avbjóðingum og har búgva 4 fólk.

Um starvið

Eitt farloyvisstarv á brøk 1,0, sum er tíðaravmarkað til eitt ár og verður sett 01.04.2021 ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, tað vil siga í dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktum.

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðsuppgávurnar á Sambýlunum eru fjølbroyttar og eru m.a. at skipa innihaldið í gerandisdegnum hjá teimum sum búgva í sambýlinum og at stuðla og stimbra tey í at fáa gerandisdagin at virka.

Somuleiðis inniber arbeiðið at veita stuðul til heimabúgvandi persónar, ið eru knýttir at eindini.

Førleikakrøv

??tbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari, ergo- og fysioterapeutum ella námsfrøðingur.

Tað kann vera ein fyrimunur, um umsøkjari hevur starvsroyndir innan psykiatri.

Um ikki nóg nógv við nevndu útbúgvingum søkja størvini, kann hjálparfólk verða fyribilssett.

Koyrikort er kravt.

Væntanir

Væntað verður, at fylgt verður eftir mannagongdum, og viðgerðarætlanum sum er ein partur av miljøterapeutiska arbeiðinum á Sambýlunum, umframt at tú vilt virka innovativt, koma við góðum hugskotum og luttaka virkin í tvørfakliga arbeiðnum.

Somuleiðis verður væntað at tú hevur hug og áræði til persónliga menning í starvinum og er opin fyri at luttaka á skeiðum, ið kunnu betra um fakligu og persónligu førleikarnar.

Eisini verður væntað, at tú trívist við at vera einsamøll/mallur á vakt og ert sálarliga og likamliga væl fyri.

Trivnaðardepilin ??? Eind 4

Eind 4 í Trivnaðardeplinum varðar av fólki sum hava sálarliga sjúku og autismu, og somuleiðis er alt virksemið hjá Trivnaðardeplinum í Vágunum undir Eind 4.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum Eind 4. Tey, ið sett verða, mugu tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og ávikavist avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið.

Freist

Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 03.03.2021 kl.23:00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Biritu Clementsen, eindarleiðara á telefon 297453 ella Andreu Petursdóttir, leiðara á telefon 297449.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder