
Vit leita eftir einum dugnaligum og ágrýtnum starvsfólki til HR-deildina hjá Atlantic Airways til at dagføra innanhýsis mannagongdir og politikkir, umframt taka sær av fyrisitingarligum uppgávum á øllum HR-økinum hjá felagnum og øðrum HR-arbeiði.
Tað verður tín uppgáva, saman við HR-leiðaranum, at???
??? dagføra, viðgera, skipa og seta í verk nýggjar innanhýsis mannagongdir
??? arbeiða við innanhýsis kunning og samskifti
??? samskipa, ráðgeva og góðskutryggja tilgongdina í sambandi við starvsetanir
??? skráseta og dagføra starvsfólkaupplýsingar í nýggja HR-skipan
??? taka tær av ymiskum øðrum fyrifallandi HR-uppgávum
Um teg:
??? Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og skipað
??? Tú dugir væl at samskifta, ert stinn/ur í føroyskum og dugir væl at orða teg lætt
??? Tú dugir væl við fólki, ert dámlig/-ur og fyrikomandi
??? Tú ert ágrýtin og arbeiðssom/-samur
??? Tín styrki liggur serliga í fyrisitingarligum arbeiði
Royndir frá HR-arbeiði fyrimunur, men ikki eitt krav.
Um starvið:
HR-deildin fer í næstum undir at dagføra og seta í verk skráseting av starvsfólkaupplýsingum í talgilda HR-skipan. Okkum tørvar ein persón, ið saman við HR-leiðaranum, kann standa á odda fyri hesum arbeiðinum. HR-deildin hevur ábyrgd av øllum starvsfólka- og setanarviðurskiftum og eisini øllum mannagongdum í sambandi við starvsfólkaumsiting.
Setan:
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Løn- og setanartreytir eftir avtalu. Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovu okkara í Vága Floghavn.
Vilt tú vita meira um starvið?
So ert tú vælkomin at venda tær til Elina Sigvardsen, starvsfólkaleiðara, á tlf. +298 21 37 02 ella við telduposti á [email protected]
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Umsókn:
Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til [email protected] í seinasta lagi 10. juli 2019.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Um okkum:
Atlantic Airways er tjóðarflogfelag Føroya. Í fyritøkuni starvast umleið 200 eldhugað og tænastusinnað starvsfólk í nógvum ymsum starvsbólkum. Okkara fremstu uppgávur eru at knýta Føroyar nærri umheiminum og at knýta oyggjar saman og skapa tryggleika. Hjá okkum er trygdin í hásæti, og vit vilja veita eitt regluligt, smidligt og fjølbroytt rutunet við Føroyum sum hornasteini, og eina framúr góða tænastu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald