
Vága kommuna søkir eftir einum starvsfólki til sertoymið at byrja skjótast gjørligt.
Starvið er 28 tímar um vikuna. Starvið er tíðaravmarkað í eitt ár.
Sertoymið kemur at hava sína egnu eind, og er til barn, sum gongur 2. flokki í skúlanum á Trøðni. Eindin er partur av frítíðarskúlanum, Smílikulluni, og koma starvsfólk at vera partur av tí starvsfólkahópinum. Barnið tekur eisini lut í virkseminum í Smílikulluni, í mest møguligan mun.
Uppgávan umfatar eisini at heinta barnið á skúlanum á Trøðni við bili sum kommunan hevur til endamálið.
Virksemið tekur støði í autismunámsfrøði, men er bygt uppí mun til ítøkiliga tørvin hjá barninum.
F??RLEIKAKR??V
·Søkt verður eftir fólki við námsfrøðiligari ella aðrari viðkomandi útbúgving og/ella royndum.
·Vitan um autismu er ein fyrimunur og fær toymið eisini fakligan íblástur og ráðgeving.
·Koyrikort er eitt krav.
VIT KUNNU BJ??ÐA:
·Eitt áhugavert og fakliga mennandi starv í einum vælvirkandi frítíðarskúla.
·Eitt nýstovnað og menningarsinnað starvsfólkatoymi.
·Møguleika fyri fakligum íblástri til støðugt at menna tiltakið.
SETANARVIÐURSKIFTI
Starviðer tíðaravmarkað í eitt ár, og verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
MEIRA F??ST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið viðat venda sær til Hervør Heinesen, stovnsleiðara,á telefon 794540.
UMS??KN
Umsókn saman við lívrensl, revsiváttan, og møguligum viðmæli, verður at senda til [email protected] í seinasta lagi 24. august 2020. Kl.12.00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald