Lýsing

Starvsfólk til dagtilboð í Heimatænastuni í Vágum

...

2020-01-18 10:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hevur tú áhuga í at arbeiða í einum góðum umhvørvið innan eldri, so er tú vælkomin at søkja starv í IvansHúsið. Vit leita eftir júst rætta persóninum, sum saman við okkum ynskir at skapa góðar og virðiligar karmar til heimabúgvandi aldrandi borgarar í Vágum.

Heimatænastan í Vágum er skipað interkommunalt. Tað eru umleið 150 fólk, sum fáa tænastu frá Heimatænastuni. Talan er um samskipaða tænastu, sum kann verða heimahjálp, heimasjúkrarøkt, mattænasta, dagtilboð og fyribyrgjandi heimavitjanir til borgarar yvir 75 ár. Harumframt eru 37 búð-, rehabiliterings- og umlættingarpláss á Heiminum á Sýnini.

Vit vilja saman tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka, og sum eisini ger tað gjørligt at verða heima sum longst.

Ivans hús hevur til endamáls at skapa neyðugar karmar fyri, at heimabúgvandi borgarar kunnu verða saman við øðrum fólki í einum gevandi felagsskapi.

Endamálið er eisini at stuðla uppundir, at borgarar í Vágum kunnu búgva heima sum longst. Fyri at náa hesum endamálið, stuðla vit borgarum í at varðveita førleikar longst møguligt. Hetta verður gjørt við at stimbra borgarar likamliga, sálarliga og sosialt.

Søkt verður eftir:

Hjálparfólkið til fast starv á starvsbrøk 0,8 at byrja 1. Mars 2020 ella eftir nærri avtalu

page2image122624384page2image122624768

Vit vænta at tú:

  • -  Hevur áhuga í at arbeiða við aldrandi borgarum samsvarandi endamálið okkara

  • -  Saman við okkum ynskir at øll sum koma í Ivanshús fáa ein meiningsfullan gerandisdag

  • -  Kann arbeiða sjálvstøðugt í virðiligum samstarvið við aðrar fakbólkar,

samstarvsfelagar og avvarðandi

  • -  Er reflekterandi og kreativ/ur í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur og broytingar

  • -  Við jaligum hugburði gevur títt íkast til ta broytingartilgongd, sum Heimatænastan í løtuni er í

Vit bjóða tær:

  • -  Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum

  • -  Møguleikan at fáa ávirkan á menning og tænastur vit veita

Meiri fæst at vita:

Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Jóngerð M. Nielsen, leiðara, tlf. 793201 ella við telduposti til [email protected]

Setanarviðurskifti:

Størvini verða sett frá 1. mars 2020 ella skjótast tilber og lønt sambært sáttmála

page2image122626688

millum KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsókn:

Umsókn skal sendast til: [email protected] Viðmerkið: ???Hjálparfólk til IvansHús???Umsóknarfreistin er 3. Februar 2020

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder