
Almannaverkið søkir eftir starvsfólkum og avloysarum til stuðulstoymið, sum er fyri smá børn í Vágum.
Um størvini
??? Tvey størv á 40 tímar um vikuna at seta frá 01.04.2020 ella skjótast gjørligt. Møguleiki er fyri at fáa niðursetta tíð.
??? Avloysarar at avloysa í sambandi við frítíð, sjúkrafráveru og aðra fráveru til setan skjótast gjørligt.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum, tað vil siga í dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktum.
Arbeiðsuppgávur
Uppgávan er at verða um børnini, stuðla og vegleiða teimum, fara við teimum til ymiskar venjingar og veita aðrar stuðlandi uppgávur.
Førleikar
Søkt verður eftir fólki við námsfrøðiligari, heilsufakligari ella sosialfakligari útbúgving. Hetta er tó ikki ein treyt. Fólk sum hava áhuga at arbeiða við børnum innan fyri serøkið hjá Almannaverkinum og fólk við møguligum viðkomandi royndum, eru vælkomin at søkja. Neyðugt er, at umsøkjarar hava koyrikort.
Trivnaðardepilin ??? Eind 4
Eind 4 í Trivnaðardeplinum varðar av fólki sum hava sálarliga sjúku og autismu. Alt virksemið hjá Trivnaðardeplinum í Vágum er skipað undir Eind 4.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í Trivnaðardepilinum ??? Eind 4. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið.
Umsókn
Tú søkir starvið við at klikka á tann grøna knøttin "Søk starvið".
Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 28.01.2020 kl. 23.00.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Biritu Clementsen, eindarleiðara á telefon 297453 ella Andreu Petursdóttir, leiðara tlf. 297449.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald