Lýsing

Starv sum havnaumsjónamaður við Fuglafjarðar havn

...

2021-04-30 15:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Starv sum havnaumsjónarmaður við Fuglafjarðar havn verður hervið lýst leys til setan tann01. juli 2021ella so skjótt sum til ber eftir hetta.

Førleikakrøv:

  • ??tbúgving og vinnubræv sum skipsførari.
  • Góðar førleikar í føroyskum og enskum máli bæði í skrift og talu.
  • Hava teldukunnleika á brúkarastøði.
  • Góð samskiftis- og samstarvsevni.
  • Tað kann verða ein fyrimunur, at hava royndir innan sjóvinnu.

Væntað verður eisini, at tú á jøvnum føti við starvsliðið á havnavaktini kann røkja loðstænastu av skipum, ið koma til og frá Fuglafirði, Eiði og Norðskála.

Vit bjóða tær:

eitt spennandi starv, har tú eisini saman við leiðsluni fær møguleikar fyri at menna havnina.

Setanarviðurskifti:

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya Skipara- & Navigatørfelag fyri havnaumsjónarmenn, somuleiðis sum skrivligur sáttmáli verður gjørdur partanna millum um arbeiðstreytir v.m.

Fyrstu tríggir mánaðirnir verða at rokna sum royndartíð.

Hevur tú áhuga í starvinum

so ert tú vælkomin at senda skrivliga umsókn saman við prógvum, CV, revsiváttan og møguligum viðmælum til Fuglafjarðar kommunuá teldupost-bústaðin [email protected] Umsóknarfreistin er fríggjadagin 21. mai kl. 16:00.

Kommunan skilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnar umsóknir ella eisini onga at taka.

Fleiri upplýsningar

um starvið fáast við at venda sær til Rólant Højsted, havnastjóra á telefon 238050,

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder