Politikkur

Staðseting av Veðurstovu Føroya

...

2021-04-19 13:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í samband við at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður hevur kunngjørt at veðurstovan verður løgd á flogvøllinum, hevur Karl H. Johansen, borgarstjóri í Klaksvík sent út eitt tíðindaskriv 16/04-21, har hann finst at staðsetingini, sum hann sjálvsagt heldur eigur at liggja í Klaksvík.

Alt gott um tað, og sum borgarstjóri í Klaksvík ger hann sína skyldu, roynir at ávirka og draga Veðurstovu Føroya til sítt økið.

At grundgeva við, at tað eru eldsálir úr Klaksvík innan økið, ið hava arbeitt við at seta veðurstovu á stovn, er ikki nøkur haldgóð grundgeving.

Handan øll yvirtikin málsøkir, liggur eitt stórt arbeiðið hjá onkrari eldsál, áttu so hesi málsøkir somuleiðis verði løgd, í mun til, hvar hesar eldsálir vóru slektaðar ella arbeiða?

Sjálvandi ikki, og tað gevur heldir ikki meining.

Men vit eiga at vera takksom fyri, at vit eiga dugnalig fólk, sum við vitan, fakligheit og hegni duga at fyrireika okkum, sum samfelag, til eina yvirtøku, tað eiga vit ikki at gloyma.

Søgan sigur okkum eisini, at er tað nakar sum ikki bakkar fyri trýsti, tá ein vælgrunda avgerð er tikin, so er tað akkurát Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.

Eg gleðist um, at landsstýrismaðurin ætlar flogvøllin og Vágar sum staðseting.

Bjarni Prior

Bogarstjóri í Vága kommunu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder