Bygdarhúsið í Tjørnuvík var í gjár, 20.apríl, karmur um eitt søguligt tiltak. Fyri fyrstu ferð nakrantíð eru staðarnøvnini í øllum bygdum í Sunda kommunu savnaði í eitt staðarnavnakort.
Kortið, sum er tøkt á heimasíðunisunda.kort.fohevur umframt staðarnøvn eisini frágreiðingar, myndir og gøtur.
Fyri nærum fullum bygdarhúsi varð arbeiðið lagt fram. Tórshavnar Manskór var eisini komið norð til Tjørnuvíkar og bergtók fjøldina við framúr vøkrum sangi, allir ílatnir føroyskan búna.
Fleiri røður vórðu hildnar, eisini Aksel V. Johannesen, løgmaður, helt røðu. Hann rósti teimum, sum trúliga hava arbeitt við hesi verkætlan, sum nú er ein dýrgripur fyri allar borgarar í Sunda kommunu, og føroyingar allar.
Heðin Zachariasen, borgarstjóri, helt røðu og handaði ábyrgdarpersónunum gávu sum tøkk fyri arbeiðið.
Meiri kunning um verkætlanina kann lesast áwww.sunda.foog staðarnavna kortið kann síggjast ásunda.kort.fo.
Á myndini síggjast tey sum hava verið við í verkætlanini. Hans Erland í Brekkunum, Jógvan Magnusson, og Steinbjørn Magnussen eru ikki við á myndini.
Røða borgarstjórans til hátíðarløtu í Tjørnuvík - LES HER:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald