Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um Heilsutrygd, settur landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo HolmJohannesen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Metir landsstýrismaðurin, at tað er rímiligt, at borgarar skulu gjalda heilsutrygdargjald avinntøku, sum er vunnin har, ið Heilsutrygd ikki tekur við, og har borgarar okkara eru dekkaðir avaðrari trygdarskipan?
2. Hví gongur Heilsutrygd ímóti niðurstøðu hjá Kærunevndini í Heilsumálum, í máli uminnkrevjing av heilsutrygdargjaldi?
3. Hví fór Heilsutrygd ikki víðari við taptu kæruni, um Heilsutrygd metti seg hava lógina á sínarisíðu?
4. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at rudda upp í hesum óskili, og nær kann ein loysnvæntast?
Viðmerkingar:
Vit eru í Føroyum signaði við nógvum vælútbúnum borgarum, sum arbeiða í øðrum londum ogforvinna harðan valuta til okkara land.
Hetta er gull vert fyri Føroyar, og vísa metingar, at hesir borgarar ríka samfelag okkara við meira enn1 mia. kr. árliga.
Men fleiri av hesum borgarum verða møttir av mótvilja í okkara heimligu skipanum.Í Norra, har nakrir av hesum borgarum okkara sigla, rinda teir til Folketrygd, ið er ein skipan, sumumfatar pensjón, heilsutrygdargjald o.a.
Frá hesum persónum frættist, at hetta er ein sera góða skipan, sum dekkar munandi betur, enn okkaraheimliga skipan.
Gerst ein av okkara borgarum sjúkur undir arbeiði í Norra, tekur Heilsutrygd ikki við, meðanFolketrygd dekkar hesar borgarar okkara, bæði í arbeiðinum í Norra og í frítíðini heima.Hetta eru borgarar, ið arbeiða nógv, tá teir eru burtur, og eru so heima umleið helvtina av árinum.Um hesir borgarar skuldu funnið uppá at fortjent sær nøkur eyka oyru, meðan teir eru heima, krevurHeilsutrygd gjald frá teimum av allari fortjenastuni, eisini teirri fortjenastuni, sum er forvunnin íNorra.
Hetta mál hevur verið roynt í Kærunevndini í Heilsumálum, har kærunevndin (6. juni 2019) gavborgaranum viðhald, og har Heilsutrygd ikki valdi at fara víðari í rættin við málinum.Hóast hetta krevur TAKS framvegis pengarnar frá øllum, sum eru í líknandi støðu, sum hesin borgariokkara er í.
Enntá ferð TAKS yvir til Norra at heinta inn hesar pengar frá norsku skattamyndugleikunum, hóasttað er sera ivasamt, um nøkur lógarheimild er fyri hesum kravi, og tí eisini ivasamt, um landskassinikki fyrr ella seinni verður noyddur at gjalda hesum persónunum pengarnar aftur.Undanfarna samgonga valdi at venda blinda eyga til hesar trupulleikar; tí verður málið nú reist, so einloysn kann fáa á hesi støðuni, sum als ikki eggjar fólki til at taka eitt eyka tak her heima í frítíðini.Á Løgtingi, 29. november 2019Brandur Sandoy
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald