JN

Spenningur til síðsta sekund

...

2020-05-23 12:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Spenningur til síðsta sekund, men hóast tað, bleiv tað til ein tryggur sigur til Dávur Magnussen, sum vann triðju av fýra kappingum í ár.

Kristi himmalsferðardag gekk leiðin úr Havn, til Hósvíkar, har tað bleiv vent. Leiðin gekk síðan móti Vestmanna, og so vakra teinin niðan á Mýrarnar, har málið var. Ein teinur á góðar 70 kilometrar.

Tað sást skjótt at Dávur aftur var væl koyrandi, og at hann tí var favorittur at vinna dagsins tein. Andrass Joensen og Gunnar Dahl-Olsen royndu at justera eitthvørt á súkkluni hjá Andrass, og høvdu tí ikki tankarnar har teir burdu, og eitt, tvey, trý, so vóru Dávur og Hilmar Hansen á veg avstað frá feltinum, sum áraka "Landsfjósið" taldi seks mans.

Dávur og Hilmar fingu eitt gott hol aftur til feltið, og hildu hesa frástøðu nær um allan teinin.

Jákup Petur Eliasen royndi tað hann var mentur at koyra útbrotið inn aftur, men ferðin hjá Dávur og Hilmar var so mikið høg, at royndin miseydnaðist. Í fyrstu atløgu.

Andrass Joensen og Gunnar Dahl-Olsen arbeiddu somuleiðis væl saman, og teir fingu løtu seinni Jákup Petur aftur. Hetta við "Landsfjósið", ávegis móti Kollafirði.

Nú royndu Jákup Petur, Andrass og Gunnar alt teir vóru mentir at heinta útbrotið aftur. Teir arbeiddu væl saman, og tá súkklararnir komu til tunnilin við Leynavatn, var ein góður minuttur millum Dávur og Hilmar og "de tre musketerer".

Nakað omanfyri Kvívík koyrur Dávur frá Hilmar, men Hilmar var so mikið sterkur, at hann megnaði at halda tørn og var ikki "fangaður", tá komið var niðan á Høgareyn. Hilmar hevði sostatt eitt gott forspring, áðrenn allir skuldu koyra oman móti Vestmanna.

Feltið kom nú til Vestmanna. Allar súður vóru ikki syftar, nú tað tyngsta var eftir, drúgvi teinurin niðan á Mýrarnar. Jákup Petur spenti seg út, setti ferðina upp, og løtu seinni hevði hann fingið Hilmar aftur.

Andrass vildi eisini upp á sigurspallin, og eisini hann megnaði at "grava djúpt", finna kreftir fram soleiðis, at eisini hann fekk Hilmar aftur. Tað megnaði hann, og vann sær sostatt eitt triðja pláss.

Gunnar sá nú í nakkan á Hilmari, tað styttist millum teir, og eisini hann gjørdi tað hann kundi fyri at fáa Hilmar aftur. Men Hilmar gav tað síðsta hann átti, og helt tørn.

- Eg koyrdi yvir evnir tá eg og Dávur Magnussen stungu av frá feltinium, og tað kostaði mær allarhelst eitt pláss á sigurspallinum í dag. Tá vit komu til Vestmanna, og niðankoyringin móti Mýrunum byrjaði tá var so gott sum útselt, segði Hilmar Hansen eftir kappingina.

Ein góður dagur, og ein kann gleðast um at uppmøtingin var so góð sum hon var, at øll valdu at koyra longra teinin, og at nýggir súkklarar vildu royna seg innan súkkling.

??rslitið 21. mai, menn, Tórshavn, Hósvík, Mýrarnar:

1. Dávur Magnussen, 2 tímar 5 minuttir 34 sekund

2. Jákup Petur Eliasen, 2:08:51

3. Andrass Joensen, 2:09:19

4. Hilmar Hansen, 2:10:53

5. Gunnar Dahl-Olsen, 2:11:41

6. Jan Hjaltalin Olsen, 2:27:34

7. Bogi Gregersen, 2:34:17

8. Bogi Højgaard, 2:40:05

9. Henry Berg, 2:52:38

??rslitið 21. mai, kvinnur, Tórshavn, Hósvík, Mýrarnar:

1. Elsa Berg, 2 tímar 39 minuttir 21 sekund

Komandi leygardag verður aftur kapping. Tá verður kappast í Einkultstarti, og teinurin leygardagin verður frá Hotel Føroyum, niðan á Sornfelli. Ein teinur á góðar 15 kilometrar.

Tann súkklari, ið eigur eina einkultstartssúkklu, velur altíð hesa súkklu til eina einkultstartskapping, men eftirsum talan er um ein "fjalla einkultstart" leygardagin, so er bert loyvt at kappast á vanligari kappsúkklu leygardagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder